Fyrrapartin sunnudagin varð ein 65 ára gomul kvinna funnin deyð úti í Nanortalik í Grønlandi, og sunnukvøldið kunngjørdi Grønlands Politi, at tey høvdu handtikið ein 27 ára gamlan mann í málinum.
Maðurin er nú skuldsettur fyri dráp.
Tað var eftir eina grundlógaravhoyring í rættinum í Kujalleq, at rætturin gjørdi av at varðhaldsfongsla mannin í fyribils 28 dagar.
Maðurin noktar seg sekan í skuldsetingunum.
Grønlands Politi sigur við Sermitsiaq, at kanningararbeiðið í málinum heldur fram, men løgreglan vil ikki siga, hvørji sambond eru millum skuldsetta og kvinnuna, sum læt lív.
Grundlógaravhoyringin var fyri afturlatnum hurðum.
Løgreglan vil í løtuni ikki siga meira um málið. Men, tey vilja tó gjarna frætta frá fólki, sum kanska vita okkurt um hendingina í Nanortalik at siga.