LANDSLI?I?
Jóannes Hansen
Tá i? Frakland 8. september fer at spæla HM undankappingardyst í Føroyum, er ta? rættuliga sannlíkt, at nakrir av bestu spælarunum í Europa fara at vera mótstø?umenn hjá føroysku landsli?sspælarunum.
Einki er at ivast í, at áhugin fyri at vera eygnavitni til leikin, tá i? Henry, Pires, Vieira og hinir fara at spæla ímóti Póli, Jákupi, Fró?a og hinum, ella tá i? Dávid fer at strí?ast ímóti risanum Goliati, ver?ur rættuliga stórur.
Nú er ta? víst, at ta? henda dagin fer at kosta meiri, enn ta? nakrantí? á?ur hevur gjørt at fara til fótbólt í Føroyum, um ætlanin er at keypa atgongumerki vi? inngongdina.
Á heimasí?u síni, football.fo, bo?ar FSF frá, at prísurin vi? inngongdina fer at vera 270 krónur fyri vaksin og 100 krónur fyri børn upp til og vi? 16 ára gomlum.
Í HM undankappingini skulu Føroyar spæla fimm heimadystir. Prísirnir tykjast vera ásettir eftir, hvussu stórur áhugin ver?ur rokna?ur at vera. Ímóti Írlandi ver?ur prísurin vi? inngongdina 250 krónur, og ímóti Sveis, Kypros og Ísrael er hann ásettur at vera 200 krónur.
Pakkaloysn
Men ta? er ikki ney?ugt at punga út vi? so stórum upphæddum. Á heimasí?uni hjá FSF ber nú til at keypa atgongumerkir til allar dystirnar í senn og fyri ein lægri prís enn tann, sum er nevndur omanfyri. Tilbo?i? stendur vi? til 15. mai, og ta? eru túsund av bestu plássunum á langsí?unum, sum eru til sølu á henda hátt.
Fyri atgongumerkir til allar fimm heimadystirnar í HM undankappingini er prísurin 750 krónur fyri vaksin og 250 krónur fyri børn upp til og vi? 16 ára gomul.
Um ikki so langa tí? ver?ur fari? undir at selja atgongumerki til einstøku dystirnar í forsølu. Tá ver?ur prísurin fyri dystin ímóti Fraklandi 220 krónur, me?an ta?, sum ta? er nevnt omanfyri, fer at kosta 270 krónur at keypa atgongumerki vi? inngongdina ? um øll plássini ikki frammanundan fara at ver?a seld.
Sambært FSF heimasí?uni ver?ur dysturin 8. september í ár ímóti Fraklandi spældur á Tórsvølli. Á heimasí?uni sæst ikki, hvar hinir f?ra dystirnir ver?a spældir. Teir eru hesir: Sveis 4. juni 2005, Írland 8. juni 2005, Kypros 17. august 2005 og Ísrael 7. september 2005.