Í hesi løtu eru postboðini á veg kring landið við brøvum frá Fróðskaparsetri Føroya.
Í brøvunum eru boð frá Setrinum, um móttakarin er sloppin gjøgnum nálareygað og sleppur at byrja at lesa á føroyska universitetinum til heystar.
Tá umsóknarfreistin var farin lógu 378 umsóknir á borðinum, og nú allar eru viðgjørdar, er gjørt av at taka 274 lesandi inn Setrið til heystar.
Umframt BA-lestur bjóðar Setrið í ár eisini MA-lestur, og samansetingin av teimum, sum sleppa inn at lesa í ár er, at 197 byrja BA-lestur og 77 byrja MA-lestur.
Býtið millum útbúgvingarnar sær soleiðis út: 13 eru sloppin inn at lesa føroyskt, 16 orku- og umhvørvisverkfrøði, 38 fara at lesa til lærara, 38 námsfrøði, 22 sjúkrarøktarfrøði. Á Søgu og samfelagsdeildini fara 32 undir at lesa sosialvísindi og samfelagsplanlegging, 20 politikk og umsiting og 18 fara at lesa um smátjóðir og altjóðagerð. Av teimum seinastu fara 28 at lesa master í løgfrøði, 4 master í føroyskum og 45 master í vegleiðing.
Øll tey upptiknu fáa boð um sína støðu, og kunnað verður um hvar tey standa á bíðilista. Brævbjálvarnir verða sendir umsøkjarunum við posti mánamorguni 15. juli, skrivar Setrið í kunningarskrivi í morgun.