– Tað sæst væl aftur í fólkaskúlanum, at tað eru fleiri mannfólk enn konufólk í Føroyum. Í 36 skúlum eru fleiri dreingir enn gentur, meðan tað í 12 skúlum, mest skúlum við lágum næmingatali, eru fleiri gentur enn dreingir, skrivar Skúlablaðið.
Tað ganga 6878 næmingar í fólkaskúlanum hetta skúlaárið umframt 140 í frískúlum og 90 í forskúla.
Eysturskúlin í Havn er framvegis størsti skúlin við 521 næmingum. Næststørsti er Tórshavnar kommunuskúli við 452 næmingum. Sjey skúlar hava færri enn 10 næmingar:
Fámjins skúli 1 næming
Haldórsvíkar skúli 5 næmingar
Haraldssunds skúli 1 næming
Húsar-Syðradals skúli 3 næmingar
Skúlin á Kirkju 2 næmingar
Kunoyar skúli 4 næmingar
Mykinesar skúli 1 næming.
Feskastu næmingatølini kunnu síggjast á síðuni hjá Føroya Lærarafelag VIÐ AT TRÝSTA HER