Menninir vóru færri í tali samanborið við august í fjør. Hetta kemur av, at talið av monnum, sum arbeiða hjá arbeiðsgevara undir privatum ræði, er minkað.
Starvsfólkatalið veksur framvegis, men seinasta árið er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum.
Í august vóru 29.395 starvsfólk í Føroyum. Tað eru 51 starvsfólk, ella 0,2 prosent, fleiri enn august í fjør.
Í august vóru knapt 14.900 menn og góðar 14.500 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við august í fjør eru kvinnurnar vorðnar 121 ella 0,8 prosent fleiri. Harafturímóti, er talið av monnum minkað við 70 ella 0,5 prosentum.
Starvsfólk, sum arbeiða undir privatum ræði eru vorðin 0,4 prosentum færri í mun til sama mánað í fjør. Hetta stavar frá eini minking av mannligum starvsfólkum í bólkinum. Teir eru 85 persónar, ella 0,8 prosent, færri enn í fjør. Hjá kvinnunum var ein lítil vøkstur.
Hjá arbeiðsgevarum undir almennum ræði var, hinvegin, ein vøkstur hjá báðum kynum. Her vóru menninir 15 ella 0,5 prosent fleiri í august í ár samanborið við í fjør. Kvinnurnar vóru 108 ella 1,2 prosent fleiri samanborið við sama mánað í fjør.
54 prosent av starvsfólkunum vóru yvir 40 ár í august.
Um hugt verður at tíggju ára aldursbólkum, er størsti aldursbólkurin tey starvsfólk, sum eru millum 30 og 39 ár. Tey eru góð 20 prosent.
Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. Niðanfyri sæst gongdin í tali av starvsfólkum býtt á bústaðartilknýti, sum vísir, at vøkstur er í báðum bólkunum. Samanborið við sama mánað í fjør er vøksturin næstan eitt prosent fyri starvsfólk uttan bústaðartilknýti.
##med2##
Niðanfyri sæst prosentbýtið av starvsfólkum, sum ikki hava bústaðartilknýti, býtt á heimspartar eftir ríkisborgaraskapi. Serliga býtið av starvsfólkum við asiatiskum ríkisborgaraskapi er vaksið tey seinastu árini, og í august vóru tey góð 40 prosent av starvsfólkunum, sum ikki hava bústaðartilknýti.
##med3##
Um starvsfólkahagtølini
Uppgerðin av starvsfólkum fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS).
Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Sambært ILO er eitt starvsfólk ein persónur í arbeiðsførum aldri, sum í styttri tíðarskeiði hevur verið í starvi hjá arbeiðsgevara og hevur framleitt vørur ella veitt tænastur fyri løn. Hetta fevnir um a) persónar í starvi, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum (ofta sett til 1 viku) og b) persónar í starvi, men eru fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).
Keldan til starvsfólk eru mánaðarligar A-skattaðar lønir ígjøgnum samtíðarskattaskipanina (STSS). Í samsvar við altjóða mátið, sum er 1 tíma um vikuna, er mánaðarliga lønarmarkvirðið roknað sum fýra tímalønir hjá einum arbeiðsfólki, av tí tað eru umleið fýra vikur í einum mánaði. Tímalønin er sett sum minstaløn + frítíðarløn eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað merkir, at um mánaðarliga lønin er lægri enn markið, telur persónurin ikki við sum starvsfólk tann mánaðin. Sambært Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, kunnu børn yngri enn 13 ár ikki verða sett í arbeiði, og tað er tískil sett sum niðara aldursmark í hagtølunum.
Orðalýsingar:
- "Undir privatum ræði" fevnir um "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir privatum ræði" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir útlendskum ræði"
- "Undir almennum ræði" fevnir um "Almenn fyrisiting og tænasta" + "Ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, húsarhald og felagsskapir undir almennum ræði"
Meira kann lesast og fleiri grafar síggjast á heimasíðuni hjá Hagstovuni við at trýsta her