Føroya Banki skrivar í dag í sambandi við altjóða javnstøðudagin, at í samtakinum hjá bankanum er býti í leiðslustørvum javnt býtt millum kynini.
– Vit arbeiða støðugt og miðvíst við fjølbroytni í okkara starvsfólkahópi.
– Vit hava ein málsetning um, at hvørki menn ella kvinnur skulu vera umboðað við minni enn 40% í leiðandi størvum. Hesum hava vit arbeitt við leingi, og vit hava sostatt eisini megnað at hava eitt nøktandi býti í fleiri ár, skrivar bankin.
Júst hetta býtið er annars ikki givið í fíggjarheiminum og í fyritøkum sum heild, sigur bankin.
– Fjølbroytni í leiðslu snýr seg ikki bara um kyn og kvotur, men um at fáa ymisk sjónarmið fram – og fjølbroytni ger samstundis eisini fyritøkuna sterkari, meira nýhugsandi og betri brynjaða til framtíðina. Framtíðin hjá bæði okkum og eisini øðrum fyritøkum og stovnum er tengd av, at vit brúka alla nøgdina við dugnaligum fólkum og ikki bara helvtina, sigur Turið F. Arge, forstjóri í Føroya Banka.
Myndin omanfyri er tikin í sambandi við ein leiðardag í vikuni, har allir leiðarar í samtakinum vóru samlaðir.