Rúni Djurhuus, fyrireikari, sigur, at fleiri enn 3.000 atgongumerki eru seld til konsertina, har høvuðsnavnið er danska Medina.
Av øðrum bólkum á konsertini kunnu nevnast Safir, Týr, Bet you are Willimas, Hamferð, Eyðun Nolsøse, Finnur Koba og Robbie.dk at hoyra.
Tey byrjaðu at selja atgongumerki fyri einum góðum mánaði síðani, og nú er tað bert við dyrnar, at tú kanst keypa atgongumerki, eftir at sølan steðgaði mikudagin.