3,2 milliónir fyri Audi A1

So nógv kom inn á einari uppboðssølu, sum konsert-aktuelli Elton John skipaði fyri av einum special-sproytaðum Audi A1. Peningurin fer til vælgerandi endamál. Audi hevur júst presenterað nýggja A1, og ein av fyrstu bilunum, sum rullaði út av verksmiðjuni, fekk bretski listamaðurin, Damien Hirst, fingrarnar í.

Hann hevur gjørt lítla Audibilin um til eitt listarverk í stíl við tað, Art Cars BMW er kent fyri. Tað sær annars út til, at listamaðurin hevur mist eitt málingablikk oman yvir bilin, men talan er í veruleikanum um ein serligan teknikk, sum Damien Hirst kallar »spin painting«.

Saman við einum 1,8 metrar høgum málningi varð bilurin seldur á uppboðssølu, sum sjálvur Elton John ? ið hevur konsert á Tórsvølli í kvøld ? skipaði fyri. Inn komu 350.000 pund, sum svartar til 3,2 milliónir krónur.

Avlopið fer til AIDS-grunnin hjá Elton John, sum hjálpir í túsundatali av kvinnum, monnum og børnum um allan heim við lívsviktigum heilivági, skriva donsk bløð.