Fíggjarlógin hevur hall á meir enn 200 milliónir í 2025. Og sambært Landsbankanum verður sama skil í 2026 og fleiri ár fram. Og Samgongan, sum baksast við eitt stórt hall, hevur eisini skorið ríkisveitingina við 100 milliónum um árið.
Og hóast tey vita, at skuldin veksur, royna tey nú at troka eitt tunnilsprojekt ígjøgnum, sum er ógjørligt at fíggja. Tað svarar til keypa ein Ferrari, meðan tú arbeiðir fulla tíð og hevur minus á tíni konto.
Hetta er ikki menning – hetta er kannibalisma. Vit eru í ferð við at eta okkara egna vælferðarsamfelag fyri eitt risa hol í jørðini.
Fíggjarligur veruleiki: Vit hava ikki ráð
Vit hava eitt fúlt hall, sum bara fer at vaksa komandi árini. Og samstundis er psykiatriin niðurslitin. Vit síggja nógv fleiri ung við rúsevnismisnýtslu. Vit hava fleiri heimleys. Barnagarðar og vøggustovur verða ikki raðfestar. Fólk í øllum samfelagsbólkum stjala gerandisvørur í matvøruhandlunum. Ein av fýra føroyingum hevur ringt við at fáa endarnar at røkka sama. Sjúkrahúsini mangla pengar og starvsfólk. Fólk fáa ikki goldið teirra skuld orsakað av høgari rentu. Ungar familjur sum flyta heim, hava ikki ráð at búgva í Føroyum. 20% av øllum sum lesa uttanlands koma ikki aftur til Føroyar. Eldraøkið verður tyngri at fíggja fyri hvørjum mánaði, sum gongur... og so ein rúgva afturat.
Hetta er støðan í Føroyum í dag.
Og mitt í rokanum vilja politikarar nú gera størstu íløgu í føroyskari søgu – í ein tunnil, sum tænir 8,5% av fólkunum í Føroyum. Ein Íløga, sum samstundis fer at kappa heysin av vælferðarsamfelagnum.
Vit liva í mest óstabilu tíðini, sum heimurin nakrantíð hevur vitnað
- Kríggj í Ukraina.
- Kríggj í Ísrael og Miðeystri.
- Kina hóttir við destabilisering í Eysturasia.
- Trump, ein tikkandi bumba, ávirkar heimsbúskapin dagliga.
- Vitlíki fer at hava kolosala ávirkan á heimin – og kemur at raka lítlu, opnu búskapir sum okkara serliga hart.
- Rentur eru høgar og óstabiliteturin á fíggjarmarknaðinum er vaksandi
Veruleikin er: Vit hava ongantíð livað í eini meiri óvissari og óstabilari tíð enn nú.
Og ísamstundis ætla vit at binda okkum fastar til eina risastóra íløgu, sum kemur at leggja eina munandi økta skuld í minst 20 ár – og sum fer at forða fyri øllum øðrum neyðugum íløgum langt fram í tíðina
Við hesari skuldini verður tað ikki pláss fyri nýggjum bústøðum, betri heilsuverki, betri skúlum, betri barnaansing og yvirhøvur at taka okkum av teimum veikastu í samfelagnum.
Vit hava longu tungar fíggjarligar byrðar
Tað skal eisini sigast, at føroyingar longu bera eina av tyngstu fíggjarligu byrðunum í Norðurlondum:
- Skattatrýstið er høgt.
- Vørur eru dýrar.
- Tollur er høgur.
- MVG er 25% – sama og í Danmark, men miðallønirnar í Føroyum eru nógv lægri.
Samstundis hava vit lægsta arbeiðsloysi í søguni.
Tó hevur landskassin framvegis hall.
Hvat sigur tað okkum?
At sjálvt í bestu búskapartíðum, tá arbeiðsloysi nærum ikki er til, klára vit ikki at hava javnvág á fíggjarlógini.
Hvussu stutt kann mann hugsa?
Hetta er ikki framtíðartrygging.
Hetta er framtíðarforðing.
Og hetta er frá eini samgongu, sum lovaði at gera gerandisdagin lættari fyri vanliga føroyingin.
Í veruleikanum gera tey tað øvugta:
Tey gera framtíðina tyngri, myrkari og fátækari.
Tølini tala fyri seg: Føroyar hava ikki ráð
- Fíggjarlógin hevur stórt hall í ár og komandi árini.
- 1 av 4 føroyingum stríðist fíggjarliga.
- Barnatalið lækkar.
- Ungfólk velja at flyta av landinum – og tey koma ikki aftur.
- Tey ungu fólkini, sum flyta til Føroyar, hava ikki ráð at búgva her.
Vit klára ikki at fíggja tað, sum longu krevur okkara fulla orku.
Vit eru ikki á einum støði, har vit kunnu binda okkum til 4, 5 ella 6 milliardir av nýggjari skuld.
Samanberingin sigur alt
- Suðuroyartunnilin: 94.340–113.208 DKK per føroying
- Storebæltsbrúgvin: uml. 3.963 DKK per dana
- Øresundsbrúgvin: uml. 2.000 DKK per dana/svenskara
Samanbera vit hetta við okkum, so hevði:
- Suðuroyartunnilin kostað uml. 24 ferðir meira per íbúgva enn Storebæltsbrúgvin.
- Og uml. 47 ferðir meira enn Øresundsbrúgvin.
Øresundsbrúgvin knýtir tvey stór lond saman við 9 milliónum brúkarum.
Suðuroyartunnilin? Færri enn 5.000.
Ein dýr søga, sum longu hevur víst seg vera skeiv
Seinastu átta árini hava vit brúkt 737 milliónir krónur í samband við tunnlar í Suðuroy.
Hvat bleiv lovað?
- Fólk fóru at flyta aftur.
- Búskapurin skuldi vaksa.
- Trivnaður skuldi styrkjast.
Hvat hendi?
- Fólkatalið minkaði.
- Ungfólk fluttu út.
- Arbeiðspláss vórðu ikki fleiri.
Tað, sum ikki riggaði fyri 737 milliónir, fer heldur ikki at rigga fyri 6 milliardir.
Politisk maktspæl – ikki sunn fornuft
Suðuroyggin hevur nógv flest tingfólk samanborið við fólkatalið
Hetta gevur makt – og møguleikan at trýsta ætlanir í gjøgnum, sum ikki hanga saman fíggjarliga.
Bjarni Hammer hevur beinleiðis hótt við, at um hann ongan tunnil fær, so fer hann úr samgonguni.
Hetta er ikki politikkur fyri alt landið.
Hetta er politikkur fyri egnari politiskari karrieru – við einari rokning, sum øll skulu rinda fyri.
Og vit síggja suðringar í øllum flokkunum. Ongin teirra torir at tala at suðuroyartunnilinum, tí so missa teir atkvøður. Og hinir politikararnir tora ikki at tala at, tí so risikerar mann, at suðuroyingarnir venda flokki og samgongu bakið.
Føroyar mugu velja... nú
Vit kunnu velja:
- At byggja fleiri bústaðir.
- At styrkja psykiatriina.
- At bøta um barnagarðar og vøggustovur.
- At hjálpa teimum veikastu
- At betra um sjúkrahúsverk og eldraøkið.
Ella...
Vit kunnu velja at futta okkara fíggjarorku av uppá eitt dýrt tunnilsævintýr, sum hevur lítlan ella ongan veruligan búskaparligan vinning.
Dreymar eru fyri tey, sum sova. Nú er tíð at vakna, áðrenn tað er ov seint.