Nøkur tons av gróti endaðu á Kaldbaksvegnum

- Ein lastbilur kom á staðið, har førarin hjálpti til við at fáa grótið av vegbreytini, sigur løgreglan.

Í gjár klokkan 18.34 fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein stórur klettur var losnaður úr lendinum oman fyri Kaldbaksvegin og var komin oman á landsvegin.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at hetta var á leiðini einar 400-500 metrar sunnan fyri Sundsá, og gróttilfarið lá serliga á innaru vegbreytini.

 

- Vit fóru á staðið, og tað tók umleið ein hálvan tíma, til ferðslan á leiðini aftur kundi koyra ótarnað. Ein lastbilur kom á staðið, har førarin hjálpti til at fáa klettin av vegbreytini.

 

Løgreglan sigur, at tá kletturin, sum helst hevur vigað eini 3-4 tons, var komin oman á landsvegin, var hann brotnaður í nøkur stykkir.

 

- Eingin skaði stóðst av lopinum, visti vaktleiðarin at siga í morgun.