EM24: Barnabas Varga er komin heim til Ungarn

Barnabas Varga fekk álvarsaman skaða í dystinum móti Skotlandi

Mynd: Scanpix

Ungarski leikarin, Barnabas Varga sum fekk ein álvarsaman løst móti Skotlandi í avgerandi dystinum í innleiðandi bólki C.

 

Hann bleiv aftaná dystin skurðviðgjørdur á einum sjúkrahúsi í Stuttgart fyri fleiri brot í andlitinum. Skurðviðgerðin gekk gleðiliga væl.

 

Nú hevur ungarska fótbóltssambandið boðað frá á X - fyrrverandi Twitter - at Barnabas Varga er komin heim til Ungarn fyri at koma fyri seg aftur.

 

Mynd: Scanpix