3. deild: Sjey mál í hvørjum dysti

Støðið er einki at reypa av, men um tað eru málini, sum gera fótbóltin undirhaldandi, so er tað stuttligt at hyggja at 3. deildardystum

Ofta verður tikið til at tað er so lítið áhugavert at hyggja at, tá góðu liðini spæla fótbólt, tí tað ofta er so soltið við málskjótingini. Hjá fótbóltskennarum er tað altíð hugaligt at síggja tvey góð lið spæla, eisini um einki mál kemur, tí at síggja góðan bóltførleika, gott taktiskt spæl og so víðari er eisini áhugavert.

Men til teirra, sum møta upp fyri at síggja nógv mál, kunnu ráðini vera, at tey hyggja at 3. deildardystunum. Í flestu dystunum er spælið einki at reypa av, spælararnir á liðunum, hvørs feløg eisini hava lið í 1. og 2. deild, venja millum lítið og einki, og avrikini eru ofta har eftir, men 3. deild borgar fyri málum. Tað varð aftur staðfest hetta vikuskiftið, tá ikki færri enn 35 mál vórðu skotin í teimum fimm dystunum, og tað gevur eitt miðaltal uppá sjey mál.

B36 heldur kósina, sum er aftur í 2. deild, og HB heldur sína kós, sum er niður úr 3. deild, og so er spurningurin, um teirra lið í 4. deild flytir uppaftur, ella um talan yvirhøvur verður um upp- og niðurflyting. Men tað er nakað tíðliga at tosa um sovorðið enn.

Eftir at ÍF varð dømt at vinna tey trý stigini í Vágum, eru teir av álvara við í kappingini um næstfremsta plássið, og við gongdini hjá besta liðnum í Fuglafirði í huga, kann tann støðan taka seg upp, at næstbesta liðið hjá teimum skal spæla um eitt pláss í 2. deild, samstundis sum besta liðið hjá teimum fer at spæla fyri at sleppa undan at flyta niður úr 1. og í 2. deild!


VB-B71 4-3 (1-2)

Tvær ferðir vóru sandoyingar á odda, men heimaliðið, sum næstsíðsta vikuskifti ikki hevði nóg nógv fólk at fara í Vágarnar, var drúgvari. Tað var ikki minst Magna Mohr og Eliani Hansen fyri at takka. Báðir vóru í góðari venjingarstøðu, teir høvdu ferð, og teir megnaðu sjálvir at avrika eina rúgvu.

Jónsvein Thomsen hjá B71 vísti enn eina ferð, at hann hevur gott máltev. Bara tríggir minuttir vóru farnir, tá hann setti hol á, men tað var heilt týðuligt fyri allar á vøllinum (uttan dómaran og linjuverjan!), at hann var rangstaddur, tá hann kom einsamallur móti málverjanum.

Hjarnar Vágfjall javnaði, tá 24 minuttir vóru farnir, og í minuttinum undan steðginum var Jónsvein Thomsen aftur uppá spæl, tá hann eftir óneyvt verjuspæl fekk fatur á, megnaði at verja bóltin og skora.

Tíggju minuttir eftir steðgin javnaði Tom Villy Magnussen. Møguleikin stóðst av, tá sandoyingar spældu tvørtur um í verjupartinum. Elian Hansen umsetti eitt brotsspark til mál, meðan eitt annað fór við síðuna av stólpanum hjá Ernst Løkjá, ið noyddist at verja málið hjá sandoyingum, sum høvdu tveir málverjar á skaðalistanum. Tummas Richardt var fyrstur á, tá langskot hevði tikið stólpan, og so var 4-2.

Jón í Soylu lobbaði snilt til 4-3, og sandoyingar høvdu møguleikan at javna, men teir á heimaliðnum vóru tætt við, tá teir sendu í stólpan.


HB-B68 2-5 (1-1)

Hjá HB var tað, sum tað plagar at vera, tá føroyingar plagdu at spæla í DAI í Keypmannahavn. Bara níggju spælarar vóru í fyrstuni, so kom ein afturat, og so aftur ein. Tí er tað ikki sørt merkisvert, at toftamenn ikki megnaðu at vera á odda, tá tað var hálvleikt. B68 lá aftarlaga, og HB kom á odda, tá átjan minuttir vóru farnir. B68 verjan hugdi at, meðan unglingaspælarin Høgni K. Jacobsen skoraði.

Ronnie Svalbard, sum var góður á miðvøllinum og skoraði tríggjar ferðir, javnaði á hálva tímanum. Bogi Petersen fór ígjøgnum í høgru, legði út frá, og miðvallarin takkaði fyri úr 16 metrum.

Kristian Poulsen slapp ígjøgnum og skoraði við fløtum skoti, og so var tað bara ein spurningur, hvussu stórur sigurin fór at vera. Hjá havnarmonnunum gekk orkan undan, B68 fekk fleiri møguleikar, men tað var ikki fyrrenn eftir 70 minuttir, at Hans Erik Danielsen, sum var innkomin stutt frammanundan og eina ferð hevði verið einsamallur við málverjanum, økti. Eingin leyp á, innskifti maðurin dró nakað og smekkaði flatt úr 17 metrum. Eftir 75 og 78 minuttir skoraði Ronnie Svalbard ? fyrra málið var beinleiðis uppá fríspark, og í evstu løtu pyntaði heimaliðið um. Allan Joensen í B68 málinum hálvbjargaði, og Bárður Mikkelsen var fyrstur á returinum, meðan verjan hugdi at.


GÍ-ÍF 1-6 (1-3)

Næstbestu fuglfirðingarnir vóru væl betri enn triðji bestu gøtumenninir, og liðið hjá ÍF hevur dygdir at blanda seg í upp í stríðið um næstfremsta plássið.

Gøtumenn stútaðu eitt flott sjálvmál, tá 16 minuttir vóru farnir, og Hergeir Eldevig, sum var mest eyðsýndi fuglfirðingurin, hevði lagt innfyri úr høgru. John Petersen javnaði við langskoti fýra minuttir aftaná, tá hann fekk langan bólt eftir miðásinum, og so var Hergeir Eldevig aftur upp á spæl. Hann dró eitt sindur inn úr høgru og høgdi til við vinstra beinið. Bólturin fór dygst undir handaru samankomingini.

Bárður á Lakjuni økti til hálvleiksstøðuna, tá fimm minuttir restaðu av fyrra umfarinum. Málið kom eftir eitt sindur av aftur og fram, og í 2. hálvleiki var ikki nógv skil á spælinum.

Rúni Joensen var aftur í ÍF málinum, og hann helt tætt í 2. hálvleiki. Tað gjørdi GÍ verjan eisini ? inntil tað restaðu fýra minuttir, men so gekk skjótt. Jógvan Arnfinn Jacobsen, sum plagar at vera málverji, var akkurát komin inn, tá hann økti eftir innlegg frá Hergeiri Eldevig, so góvu gøtumenn uppat, og Hergeir økti til 5-1 ? hesa ferð dró hann úr vinstru. Ken Bærendsen staðfesti tennissigurin í síðsta minutti, tá hann við høgra beini sendi langskot í kassan.


KÍ-B36 3-7 (2-0)

Klaksvíkingar ivast í, um úrslitið var 6-3 ella 7-3. Dómaraseðilin sigur 7-3, og bólturin varð ikki givin upp aftur eftir síðsta málið. Tá var eitt sindur av ófriði, og í hvussu so er ein ? um tað vóru tveir fekst ikki at vita í gjár, tí dómaraseðilin var ikki komin FSF í hendi ? klaksvíkingur fekk seinna gula kortið burturúr støðu, sum ikki sá so ljót út.

KÍ legðí bragdliga fyri, og teir vóru á odda 2-0 í 1. hálvleiki, tá B36 ikki vísti nakað av tí, sum hevur givið teimum oddasessin. Finn Baldvinsson setti hol á eftir klumpspæl, og Tummas Martin Anthoniussen økti við fínum langskoti eftir fríspæling frá Pæturi við Keldu.

Í 2. hálvleiki var sjónskt, at B36 menninir gera ikki so lítið við venjingina, meðan teir flestu í Klaksvík so at siga bara møta upp til dystirnar. Tá dysturin var 56 minuttir gamal, var støðan 4-2 til B36, og hóast KÍ minkaði til 3-4, so kom spenningur ikki í aftur.


FS Vágar-TB 4-0 (1-0)

Eingin ivi var um, at vágamenninir høvdu tað betra liðið, men tað var ikki serliga nógv gass í teimum. Í Vágum verður ofta tikið til, at fótbóltsevnini koma ikki til sín rætt, tí tað eru ov nógvir, ið ikki leggja í at fara á vøllin av venja fyrrenn hol er sett á mai mánað, og tað er ikki einki um tosið har vesturi.

Hjá tvørámonnum vóru fleiri, ið ikki tóktust hava vant nakað, men teir megnaðu at halda tørn í næstan eitt umfar. 43 minuttir vóru farnir, tá Kim Poulsen setti hol á, og fýra minuttir eftir steðgin økti sami maður.

TB flutti fólkið alt longri fram, og teir høvdu onkrar møguleikar, men samstundis gjørdist verjuparturin tunnur, og tað gjørdi heimaliðið nyttu burturúr. Arnjohn Hvítklett var á vøllinum í fimm minuttir, og hann skoraði tvey mál, báðu ferðirnar, tá hann so at siga rann einsamallur móti málinum og var nóg kaldur at seta bóltin framvið málverjanum.


Úrslit:

VB-B71 4-3 (1-2)

0-1: Jónsvein Thomsen

1-1: Hjarnar Vágfjall

1-2: Jónsvein Thomsen

2-2: Tom Villy Magnussen

3-2: Elian Hansen br.

4-2: Tummas Richardt

4-3: Jón í Soylu


HB-B68 2-5 (1-1)

1-0: Høgni K. Jacobsen

1-1: Ronnie Svalbard

1-2: Kristian Poulsen

1-3: Hans Erik Danielsen

1-4: Ronnie Svalbard

1-5: Ronnie Svalbard

2-5: Bárður Mikkelsen


GÍ-ÍF 1-6 (1-3)

0-1: sjálvmál

1-1: John Petersen

1-2: Hergeir Eldevig

1-3: Bárður á Lakjuni

1-4: Jógvan A. Jacobsen

1-5: Hergeir Eldevig

1-6: Ken Bærendsen


KÍ-B36 3-7 (2-0)

1-0: Finn Baldvinsson

2-0: Tummas M. Anthoniussen

2-1: Karl Leonsson

2-2: Gunnar Nielsen

2-3: Jón Hardley

2-4: Tórolvur Poulsen

3-4: Rúni Elttør

3-5: Jón Hardley

3-6: Hallur Johannesen

3-7: Dánial P. Johansen


FS Vágar-TB 4-0 (1-0)

1-0: Kim Poulsen

2-0: Kim Poulsen

3-0: Arnjohn Hvítklett

4-0: Arnjohn Hvítklett



B368-0-045-14 24

B685-1-225-15 16

ÍF5-1-225-16 16

B714-0-434-23 12

GÍ3-2-333-24 11

FSV3-1-411-15 10

VB3-1-419-26 10

KÍ3-0-533-44 9

TB3-0-523-38 9

HB0-0-8 9-41 0


Málskjúttar

12 mál:

Heini Heinason, GÍ


11 mál:

Sørin Petersen, KÍ


9 mál:

Bárður Olsen, B36


7 mál:

Sigfríður Clementsen, B36

Jónsvein Thomsen, B71


6 mál:

John Petersen, GÍ


5 mál:

Gunnar Nielsen, B36

Kristian Poulsen, B68

Ken Bærendsen, ÍF


4 mál:

Jón Hardley, B36

Símun Jensen, B71

Leivur Trondesen, B71

Jóhannes Petersen, GÍ

Jákup Helgi Egholm, ÍF

Bárður á Lakjuni, ÍF

Egil Steintórsson, TB


3 mál:

Ragnar Poulsen, B36

Tórolvur Poulsen, B36

Bjarni Prior, B36

Rógvi Fossdalsá, B68

Ronnie Svalbard, B68

Antines Magnussen, B71

Tummas Magnussen, GÍ

Bárður Mikkelsen, HB

Hjalgrím Elttør, KÍ

Rúni Elttør, KÍ

Pætur við Keldu, KÍ

Júst Johannesen, TB

Eyðun Svalbard, TB

Mikael í Lágabø, VB

Bergur Winther, VB