Fult umfar verður í Formuladeildini í kvøld. Tí sendir Rás2 ?3. hálvleik? í kvøld kl. 21. Umframt at ringt verður til leikarar og venjarar, so verður eisini ein gestur í studionum í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Gestur verður Dan Petersen, formaður í ÍF. Lurtarnir fáa, sum altíð høvið at sms´a síni sjónarmið og sínar viðmerkingar. Men tað ber eisini til hjá ÍF-viðhaldsfólkum o.ø. at sms´a spurningar inn til Dan Petersen.