30.000 arbeiðspláss í vanda

Ein álvarslig kreppa er við at raka norska skipasmiðju. og oljuídnaðin. Sambært norskum bløðunm kunnu nærmari 30.000 av 110.000 starvsfólkum innan skipasmíð og oljuídna rokna við at fáa sekkin ella at verða send heim í óavmarkaða tíð

Jógvan Hugo Gardar skrivar úr Oslo


Norsk tíðindastovan NTB hevur roknað út, at fleiri tíggjutúsundtals fólk innan oljuídnað og skipasmíð kunnu missa starvið, og hetta er sera álvarsligt fyri bygda- og býarsamfeløgini á vesturstrond Noregs. Orsøkin til kreppuna er ikki einføld, men lágur oljuprísur, virksemið í Europa er minni enn vanligt, og at Asia er í kreppu eru tríggjar møguligar orsøkir.


Skipasmiðjurnar

Serfrøðingar rokna ikki við, at oljuprísurin fer at økjast fyrrenn á vetri 2000/2001. Fyri skipasmiðjurnar vil tað merkja økt virksemi. Norsku skipasmiðjurna hava umleið 10.000 fólk í starvi, men eini 20.000 størv eru knýtt at fyritøkum, sum lata skipasmiðjunum ymsar tænastur.

Fyri helmingin av skipasmiðjunum er støðan tann, at ordrabókin er tóm 1. januar 2000. Møguleikin fyri at fáa nýggjar bíleggingar sær ikki góður út í løtuni, og sjálvt um bíleggingarnar koma í vár, so rokna tey flestu við at ikki slepst undan at senda fólk heim í eina tíð.


Oljuvinnan

Norska oljuvinnan er á veg inn í eina stóra kreppu. Eini 30.000 starvsfólk er knýtt beinleiðis til oljuvinnuna, men taka vit tey, sum lata ymsar tænastur til vinnuna við, so er talið oman fyri 60.000. Tey fyrstu eru longu uppsøgd. Tey norsku oljufeløgini hava nú avgjørt at klænka fyritøkurnar, og ein stórur partur av innleigaðum ráðgevum eru uppsagdir.

Oljufyritøkurnar rokna við munandi minni virksemi tey næstu tvey-trý árini.

Fleiri av oljufeløgunum, sum hava rættindi í norskum sjógvi, hava boðað frá, at tey fyribils ikki fara undir nakra nýggja verkætlan, og fleiri verkætlanir, sum feløgini hava ætlað at byrja uppá í ár og komandi ár eru útsettar.