Hörður Fannar SigÞórsson. Tað er navnið á nýggju kempuni hjá Kyndil. Hann er høgur av vøkstri og verjir nærmast fyri tveir. Tað er óhugsandi at skjóta upp um hann. Meddar tú til við undirhondini, so smæðist hann heldur ikki at seta armarnar í vegin. Hann var kosin ársins verjuleikari hjá Akureyri í fjør. Strikuspælarin hevur skotið flest mál fyri Kyndil í teimum báðu fyrstu dystinum í hesum kappingarárinum. Hann er íslendingur og sær í nógvar mátar eisini út sum ein týpskur íslendiskur hondbóltsspælari. Avrikið hjá honum sunnudagin bendir á, at hann kemur at spæla ein stóran leiklut á liðnum hjá Kyndli.
Hann smæðist ikki á vøllinum og tað er um at kosta Kyndli dýrt, tá hann í seinna hálvleiki taklar ein framstormandi Andrias Nielsen hjá KÍF. Teir fara sendandi eftir gólvinum og áskoðararnir eru á gosi.
«Hatta má vera ein útvísing, verður geyla á rekkjuni aftanfyri.
Hörður Fannar SigÞórsson fær eisini eina útvísing fyri harðligu taklingina, men fer ikki av vøllinum fyrr enn hann hevur hjálp Andriasi Nielsen á føtur aftur.
«Soleiðis spæla vit Íslandi, heldur hann heldur skemtiliga fyri, tá Sosialurin spyr hann um hendingina.
Støðan er 18-18 og KÍF fær brotskast. Tað verður brent, men í tvídystinum fyri at fáa hendur á næsta bóltinum fær Kyndil enn eina útvísing og nýtt brotsspark til KÍF. Tað verður eisini brent, men KÍF kemur upp á 21-18, umframt at Finnur Hansson fær eina útvísing tá.
Hesa løtuna sær einki út hjá Kyndli.
Kom til Føroyar við damuni
Hörður Fannar SigÞórsson heldur saman við Fríðu Petersen, sum væl kend í føroyska hondbólts umhvørvinum. Hon hevur roynt seg í íslendskum hondbólti í seinastuni og tað er her at Fríða og Hörður hava funnið saman. Nú er Fríða við barn og tí gekk leiðin aftur til Føroyar.
Við sær í viðførinum hevði hon stóra strikuspælaran.
«Eg fekk eina uppringing og bleiv spurdur um vit vóru áhugaðir í einum strikuspælara. Eg spurdi so hvør viðkomandi var. Tað gekk skjótt upp fyri mær, at talan var um ein sannan fong fyri okkum um vit fingu hann, sigur føroyski landsliðsleikarin, Finnur Hansson, sum er uppvaksin í Íslandi.
Samanspæli millum teir báðar riggaði væl í dystinum. Finnur mundi leggja upp til minst trý av teimum sjey málunum hjá íslendinginum.
«Eg eri glaður fyri at verða komin á eitt lið, sum dámar væl at spæla bóltin inn á strikuna, sigur Hörður. Hann nevnir spælarar sum Finnur Hansson, Josef Abrahamsen og Birgir Poulsen, sum allir dáma væl at spæla bóltin inn til strikuspælaran.