7 ungir tónleikarar, ið tá allir vóru spjaddir kring heimin, stovnaðu bólkin. Endamálið var - og er framvegis, at spæla tónleik á hægsta stigi, og eggja tónaskøldum at skriva nýggjan tónleik. Hesi seinastu trý áratíggjuni hevur bólkurin arbeitt við at bíleggja, skapa og framføra serliga nýggjan føroyskan tónleik, umframt at framføra kamar- og samtíðartónleik í Føroyum og uttanlands.
18. oktober bjóðar Aldubáran føðingardagskonsert við fullari manning, og fer á konsertini at framføra spildurnýggjan tónleik, skrivaður av blaðungum tónaskøldum. Flestu teirra vóru ikki fødd, tá ið Aldubáran var sett á stovn fyri 30 árum síðani.
Ungu tónaskøldini, hvørs verk verða framførd á konsertini, eru:
Tóra Tróndardóttir
Ásgerð Stenberg Olsen
Alvi Joensen
Eli Tausen á Lava
Bjarni Blaasvær
Mikkjal Davidsen
Andras Ellendersen
Ólavur Eyðunsson Gaard
Konsertin verður nakað heilt serligt, og gleða vit okkum at síggja tykkum í Hátuni á Musikkskúlanum leygarkvøldið 18. oktober kl. 19.30.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Ókeypis atgongd.
Tónleikarar:
Bernharður Wilkinson, dirigentur
Jón Festirstein, violin
Andrias Blaasvær, violin
Angelika Hansen, violin & bratsj
Birita Dam, bratsj
Kristina á Váli, sello
Andreas Restorff, sello
Ólavur Jakobsen, gittar
Aksel Remme, klaver
Kristina Thede, saksofon
Andrea Heindriksdóttir, floyta
Anna Klett, klarinett
Páll Sólstein, horn
Maria Wang Reinert, trombon
Ernst Remmel, trompet
Johan Hentze, trompet
Stuðlað konsertini hava:
Tórshavnar Kommuna, Mentamálaráðið, Felagið Føroysk Tónaskøld, Tórshavnar Musikkskúli, Listaflog, William Demant Fonden, Knud Højgaards Fond