Myndin er privat

Politibilur fór niður ígjøgnum ísin í Grønlandi

- Sambært eygnavitnum fingu fólkini í bilinum eingi mein, og tey sluppu úr bilinum við egnari hjálp, veit Sermitsiaq at siga

Myndin er privat

Ein løgreglubilur fór niður gjøgnum ísin í grønlendsku bygdini, Ittoqqortoormiit, men sum skilst var tíbetur eingin fólkaskaði.

 

Bilurin varð seinni fingin uppaftur við einari gravimaskinu.

 

Sermitsiaq veit at siga, at løgreglubilurin koyrdi út á ísin, sum nýliga er komin, men ísurin helt ikki til tunga løgregluakfarið.

 

- Sambært eygnavitnum fingu fólkini í bilinum eingi mein, og tey sluppu úr bilinum við egnari hjálp, veit Sermitsiaq í dag at siga.

 


 

 

Myndin er privat