Tað hevur kavað illa í amerikanska statinum Michigan, og tað hevur elvt til stórar trupulleikar við fleiri óhappum á vegunum.
Nærhendis stórbýnum Detroit var eitt ferðsluóhapp, har ikki færri enn 30 bilar stoyttu saman. Sambært løgregluni var eingin stórvegis fólkaskaði.
Summastaðni í statinum er so nógvur kavi komin niður, at myndugleikarnir hava stongt fleiri motorvegir, skrivar AP.