30 gravir aftrat í Elduvík

Sáttmálin varð undirskrivaður í skúlanum í Elduvík, og Sp/f Rókin er nú farin undir arbeiðið at víðka kirkjugarðin.

Í vikuni skrivaðu Jákup Martin Kjeld og Tórbjørn Jacobsen, ávikavíst fyri Sp/F Rókina og Runavíkar kommunu, undir sáttmála um at víðka kirkjugarðin í Elduvík.

 

Allan Norðgerð, sum starvast á teknisku deild hjá Runavíkar kommunu, hevur fyrireikað málið, og ætlandi verður kirkjugarðurin víðkaður norðureftir við 30 gravum.

 

Sáttmálin varð undirskrivaður í skúlanum í Elduvík, og Sp/F Rókin er nú farin undir arbeiðið.

 

- Kirkjugarður er ikki í Funningsfirði, og tí er kirkjugarðurin í Elduvík fevnandi fyri tær báðar bygdirnar, sum áður vóru saman í Elduvíkar kommunu.

 

Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at Elduvíkar kommuna fyrst í hesi øldini gjørdist partur av stóru samanleggingini undir heitinum, Runavíkar kommuna.

 

##med2##

 

 

 

Tórbjørn Jacobsen og Jákup Martin Kjeld skrivaðu undir sáttmálan.