Fríggjadagin 14. oktober til og við týsdagin 18. oktober, hevur Birgit Nattestad Olsen listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Birgit hevur umleið 30 nýggjar málningar frá 2011, umframt aðrar málningar, sum ikki hava verið sýndir fram áður. Talan er um fyrstu sjálvstøðugu framsýningina hjá Birgit.
Í skrivi sent fjølmiðlunum stendur, at Birgit málar mest abstrakt og at hon serliga er hugtikin av litspæli og litsamanseting.
Opið verður 14-18 oktober fríggjadagin til týsdagin kl 15:00 -18:00
Les meira á www.nattestad-art.com