30 ráðharrar til Grønlands

30 útlendskir ráðharar skulu til Grønlands at kanna avleiðingarnar av broytingunum í veðurlagnum Í einari roynd at fáa ferð á samráðingarnar upp undir altjóða veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn í desember hevur danski veðurlags- og orkumálaráðharrin, Connie Hedegaard, boðið 30 ráðharrum úr ymsum londum til Grønlands síðst í hesum mánaðinum.

Connie Hedegaard sigur við DR2, at hon ætlar sær at vísa teimum útlendsku ráðharrunum, hvussu skjótt ísurin minkar í Grønlandi, og hon vónar at kunna sannføra teir um, at tað er neyðugt at fara til verka fyri at tálma avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum.

Í Grønlandi skulu teir 30 ráðharrarnir vitja Ilulissat.