- Hjá mær var eingin ivi um, at hugurin lá til at føra tað víðari, sum bæði abbin og pápin høvdu bygt upp, og eg sá tað sum eina spennandi avbjóðing at gerast festari á garðinum, sigur Poul Müller. 

Vildi heldur vera bóndi enn bankamaður

Poul Müller hevði útbúgving bæði sum bankamaður og grannskoðari, tá hann valdi at taka við festinum eftir pápan og gerast bóndi á Müllersgarði við Sandá

 

- Hjá mær var eingin ivi um, at hugurin lá til at føra tað víðari, sum bæði abbin og pápin høvdu bygt upp, og eg sá tað sum eina spennandi avbjóðing at gerast festari á garðinum, sigur Poul Müller. 

Vit hava vitjað á Müllersgarði í Havnardali, har vit skiftu orð við bóndan, 67 ára gamla Poul Müller. Her vísti hann okkum fjósið, har hann hevur ungneytini, sláturvirki, køli-og frystirúm, sum hann hevur fingið sær á garðinum við Sandá, har familjan eisini búleikast. 

 

Áðrenn vit fara at hyggja upp á stóra og nútímans felagsfjósið, sum Poul Müller saman við trimum øðrum festibøndrum bygdi í Havnardali í 2007 og 2008, hyggja vit eitt sindur niður í søguna um Müllersgarð.

 

Hóast tað alla tíðina lá í luftini, at Poul fór at festa garðin eftir pápan, Óla Jákup Müller, gekk ungi maðurin ikki bara og bíðaði eftir festibrævinum, tó at hann alla tíðina hjálpti til á garðinum. Hann er elstur av fýra brøðrum og stóð til at festa garðin, har hann saman við pápa sínum hevur brúkt nógv tíð – fyrst sum unglingi og síðan sum vaksin. 

 

- Eg fór á HF í Hoydølum, har eg varð liðugur í 1978. Síðan fór eg í bankalæru í Føroya Sparikassa, og her var eg øll árini frá 1978 til 1987, sigur hann. Men, Poul Müller gjørdist eisini grannskoðari og starvaðist á grannskoðaravirkinum hjá Paula Ellefsen í eini sjey ár. 

 

- Eg má viðganga, at eg tímdi ikki serliga væl at arbeiða innan bankaverðina, men eg tók hesa útbúgving og var her í nøkur ár, tí eg vildi gera okkurt.

 

Sum grannskoðari gjørdi hann eisini fleiri bóndaroknskapir, og her fekk hann eitt innlit í tað, sum lá honum fyri framman við festinum hjá pápanum.

 

- Hjá mær var eingin ivi um, at hugurin lá til at føra tað víðari, sum bæði abbin og pápin høvdu bygt upp, og eg sá tað sum eina spennandi avbjóðing at gerast festari á garðinum, sigur Poul Müller. 

 

Vit kunnu leggja aftrat, at Poul fyrst í hesi øldini eisini undirvísti í tvey ár í lærugreinini økonomi á landbúnaðarskeiðnum, sum Búnaðarstovan skipar fyri.

 

Nógv orka løgd í garðin 

Tað var ongantíð upp á tal, at nakar av hinum brøðrunum skuldi festa garðin. 

 

- Pápi var eisini skipsførari, og tá hann var burtur, loysti eg hann av við kríatúrunum á garðinum – onkuntíð eisini, meðan eg starvaðist í sparikassanum og seinni sum grannskoðari.

 

Poul vísir á, at pápin bygdi fjósið í 1980/1981, og tá varð alt tann beri hagi her úti. 

 

- Her var eingin veltur bøur av týdningi, og tað var eitt stórt tak hjá pápa at fáa hagan veltan upp úr nýggjum, soleiðis at bøurin kundi geva stráfóður til kríatúrini.

Hann sigur, at ein, sum velti nógv fyri pápan, var Bergtórur Joensen, beiggi Fritleif Joensen, bónda í Fuglafirði, og Bergtórur var óførur í maskinuni; hann hevði gott eyga fyri keldum og dugdi sera væl at velta og leiða vatnið burtur av lendinum.

 

Tá Óla Jákup byrjaði at velta og byggja sær núverandi Müllersgarð, var brúgvin um Sandá bara ein gongubrúgv, og hetta var í sínari tíð farleiðin millum Kirkjubø og Havnina.

 

- Pápi mátti tískil trýsta undir, soleiðis at her kom ein nýggj brúgv, sum eisini var ein fyritreyt fyri yvirhøvur at kunna gera nakað vestanfyri Sandá.   

 

Mjólkneytini vóru á Müllersgarði fram til 2008, tá tey vórðu flutt í felagsfjósið, sum tá stóð liðugt í Havnardali.

 

Poul Müller festi Müllersgarð hin 1. januar í 1996, men hann byrjaði longu burturav at arbeiða á garðinum í 1994.

- Eg fór á landbúnaðarskúla í Danmark hin 1. januar í 1995, og her gekk eg eitt hálvt ár, sum gav mær møguleikan at yvirtaka festibrævið hjá pápanum. 

Soleiðis vóru tað 30 ár hin 1. januar í ár, síðan Poul byrjaði á landbúnaðarskúlanum, Riber Kjærgaard í Bramming, sum er ein gamal harragarður.

 

- Í dag er pápi 92 ára gamal og býr í Vallalíð. Hann hevur lagt ómetaliga stóra orku í garðin her úti, og hetta vil eg gjarna føra víðari, endurtekur Poul. 

 

Truplar umstøður á Argjum  

Ikki sørt hugtungur harmast hann um, at nógv av tí, sum fyrst abbin og síðan pápin læt velta upp úr nýggjum, seinni er farið til grundstykkir og aðrar útbyggingar á Argjum og soleiðis er lagt undir asfalt. 

Meðan vit práta á Müllersgarði henda fyrrapartin, greiðir bóndin frá, hvør gongdin hevur verið, og hvussu eitt nú seyðarættin á Argjum hevur verið flutt undan útbyggingum – upp til fleiri ferðir.

- Abbi mín velti tað, sum kallast Müllerstrøð á Argjum, og hetta var ein týðandi partur av grasgrundarlagnum hjá seyðinum. Men, í 1974 mistu vit at kalla allan bøin. Hetta var súrt, sigur hann.

Sum smádrongur seinast í sekstárunum minnist Poul, at rættin var niðri í Rættargøtu á Argjum, har Føroya Sjósavn er í dag, og her var rættin fram til 1974.

- Tá tað bleiv stykkjað út til grundstykkir um hesar leiðir, flutti rættin niðan á leiðina, har Alberts Hall er í dag. Síðan verður Glyvursvegurin gjørdur, og rættin endar suðuri á Argjaboða, helst fyrst í 1980-unum.

Tá Valbjørn Dalsgaard so fer í holt við sína raðhúsabygging í umleið 2007, noyddist eg at gera eitt ella annað, tí tá fekk eg ikki rikið meira.

- Tá gjørdi eg avtalu við teir, sum gróvu út fyri Valbjørn, um at gera eitt seyðahús har suðuri í haganum, sunnanfyri vatnbrunnin. Her fingu vit eitt fínt seyðahús, har vit fáa allan seyðin inn – umleið 60 áseyðir, sum ganga her suðuri. Hinir 40, sum vit hava, ganga her norðuri.

Avgrevsturin hjá Valbjørn endaði eisini um hesar leiðir, og her fekk Poul eitt vældyrkað lendi, sum hevur munað væl fyri seyðin.

Poul vísir á, at hagin við seyðahúsið, sum tá bleiv bygt, er ikki veltur upp úr nýggjum, men bara við at tæða avgrevsturin, er her fingið eitt fínt lendi og bit til seyðin, sum eisini hevur eina rættiliga góða miðalvekt. 

Her er eisini bygd ein rætt við seyðahúsið.

- Á Boðatrøðni við endan av Argjaboga hava vit nú eisini eina hegnrætt, soleiðis at vit eisini kunnu taka seyðin her niðri á trøðni.

Poul Müller vísir á, at seyðurin í neðra hevur ikki verið so lættur at rikið, tí her er fólk til gongu allastaðni, og tað er ein stórur trupulleiki hjá teimum, tá rekast skal.

 

Søguligur bóndagarður 

Óla Jákup Müller byrjaði við fyrstu neytunum í einum gomlum húsi niðri á Argjum seint í sjeytuárunum. 

- Hetta var eitt hús, sum abbi mest hevði brúkt til hoyggjhús. Her kundi pápi hava fýra neyt sum mjólkaðu. Húsið varð seinni brúkt til ross, og einaferð í nítiárunum brendi húsið. 

Hóast sjálvur bóndagarðurin við Sandá 11 ikki hevur so mong ár á baki sum bygningur og enn færri ár sum bústaður hjá Poul og familjuni, so hevur festið, sum Poul yvirtók eftir pápa sín, røtur langt aftur í tíðina.

Tað er altíð trupult at skriva søgu, og tað er skjótt at fara skeivur.

- Pápi mín, Óla Jákup Müller, festi garðin, tá abbi mín, Poul Müller, sum var føddur í ár 1900, doyði í 1968. 

Fara vit enn longur aftur, veit Poul Müller at siga, at langabbi hansara, Søren Müller, festi garðin einaferð í 1930-unum, og undan honum var tað oldurabbi hansara, H. C. Müller, sum hevði garðin. 

- Tá H. C. Müller hevði garðin, var hann partur av einum sýslumansgarði. Hann var sýslumaður og sat á fólkatingi í mong ár.

Garðurin gjørdist síðan eitt festi, og tað var soleiðis eitt festi, sum langabbi Poul, Søren Müller, yvirtók.

Í gomlu Kirkjubøsókn vóru fýra hagapartar, harav hesin garðurin varð róptur Kirkjubøhagi fyri Handan og var átta merkur. 

- Hóast hagin nú hevur mist nakað av sínum undirhaga, er hann framvegis skrásettur at vera átta merkur, sigur hann.

Her kann leggjast aftrat, at garðurin eisini eigur 8/39 partar av Trøllhøvda.

 

Nýggja fjósið í Havnardali

Í nøkur ár var Poul Müller saman við trimum øðrum festibøndrum, sum bygdu eitt stórt og nútímans felagsfjós í Havnardali.

Tá fjósið stóð liðugt í 2008, flutti hann mjólkneytini, hann hevði niðri á Müllersgarði, út í nýggja fjósið. 

- Vit vóru fýra festibøndur, sum saman fóru undir hesa verkætlan. Í 2011 góvust tveir teirra og tóku seg burtur úr virkseminum, og fyri einum ári síðan fór hin triði í annað starv. Soleiðis eri eg einsamallur eftir á garðinum í dag saman við einum húskalli.

Hann sigur, at her skuldu helst verið trý ársverk, tá alt verður tikið við, sum skal fáast frá hondini, men tað verður ikki leingi, so eru tey aftur trý á garðinum. 

- Familja, vinir og kenningar hjálpa eisini til, tá ástendur, og hjálpin er ikki minst kærkomin, tá vit fletta, sigur hann.

Poul sigur, at fjósið í Havnardali, sum gongur undir navninum, Sandá Í/F, hevur eina mjólkarkvotu á 1,2 milliónir litrar um árið, sum svarar til 1200 tons av mjólk.

- Tá vit byrjaðu, høvdu vit eina samlaða kvotu á umleið 700 tons, og síðan vórðu umleið 500 tons keypt aftrat. Mjólkarframleiðslan í Havnardali svarar til eini 16-17 prosent av allari mjólkarframleiðslu í Føroyum.

Hann sigur, at fjósið hevur riggað væl, og her eru tveir mjólkirobottar, sum eisin hava riggað væl. Seinni eru robottarnir so skiftir út, tí livitíðin hjá teimum vísir seg at vera umleið 15 ár.

- Vit hava einar 140 árskýr og umleið 260 við øllum, og tá eru ungneytini íroknað. 

Hann sigur, at tá kálvarnir eru einar tríggjar mánaðar gamlir, koma teir oman á Müllersgarð, har ungneytini eru. Müllersgarður er eisini umbygdur soleiðis at básarnir eru burtur, og neytini ganga leys.

Hann vísir á, at garðurin hevur ein neytavogn, sum verður brúktur til at koyra neytini ímillum fjósini við.

- Umleið 40 neyt verða slaktað um árið, og hetta fer alt fram her niðri í sláturhølunum, sum eg bygdi mær fyri umleið tíggju árum síðan, tá vit eisini fingu bæði køli-og frystirúm. 

Poul sigur, at her hanga neytafjórðingarnir fyrst í kølirúmi í einar 2-3 vikur í 3-4 stigum, har teir búnast, og síðan verða fjórðingarnir skornir og vakumpakkaðir – alt eftir, hvussu viðskiftafólk vilja hava neytakjøtið.

- Her havi eg góð amboð og neytafjórðingarnir, sum hanga undir loftinum, kunnu skumpast inn á skeriborðið, tá teir skulu sundurlimast og síðan vakumpakkast og frystast.

Hann sigur, at sláturhølini hava gjørt henda partin av virkseminum nógv lættari.

 

Nú eru 13 mjólkarbøndur

Poul Müller sigur, at tá hann festi Müllersgarð fyri skjótt 30 árum síðan, vóru fleiri enn 60 mjólkarbøndur í Føroyum, og í dag eru 13.

- Vit fingu fyrsta robottfjósið í Føroyum, og síðan tá eru eini fimm komin aftrat. Her hjá okkum og í fjósinum á Viðareiði eru tveir robottar, og síðan eru fýra fjós við einum robotti í hvørjum fjósi, og soleiðis eru robottarnir átta í tali.

Hvør mjólkirobottur kostar umleið eina millión.

Hann heldur, at eini 11 fjós høvdu klárað at framleitt alla mjólkina, sum vit brúka í Føroyum. 

- Ein kúgv etur umleið 30 kilo av stráfóðuri um samdøgnið, og eru 100 neyt, skulu trý tons av stráfóðuri til um døgnið. Tað gongur eisini nógv kraftfóður – helst eini 50 tons um mánaðin, tá kríatúrini eru so mong sum her hjá okkum.

Poul Müller leggur aftrat, at garðurin klárar umleið 60 prosent av stráfóðrinum sjálvur, og restin verður so keypt, og hetta riggar væl, heldur hann. 

Í dag eru tilsamans 20 hektarar veltir við Sandá.

- Jú, tað hevur verið eitt sindur tungt at rikið garðin, men í løtuni koyrir tað hampiliga væl, og hugurin er minst líka so góður í dag, sum hann var, tá eg festi, sigur bóndin á Müllersgarði við Sandá, sigur hann.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

- Hjá mær var eingin ivi um, at hugurin lá til at føra tað víðari, sum bæði abbin og pápin høvdu bygt upp, og eg sá tað sum eina spennandi avbjóðing at gerast festari á garðinum, sigur Poul Müller.