Eyðun Klakstein
Síðani 1969 hevur Vøn verið á flogið yvir Føroyum. Einar 1000 tímar hevur hann sitið í sjóverjutyrluni, meðan hon hevur verið á flogi í føroyskum sjó- og landaøki.
Men nú er tíðin við Vøn av.
Jan V. Jørgensen, sum er hansara kristna navn, verður pensjóneraður, tá hann um stutta tíð verður seksti ár, og seinasta vikuskiftið gjørdi hann sín síðsta túr yvir Føroyum ? fyribils.
Hann fellur fyri aldursmarkinum í sjóverjuni, men hann kann í grundini flúgva hjá eitt nú Atlantsflog til hann verður 65. Og tað hevur hann hug til.
? Teir kunnu bara ringja, um teir hava brúk fyri mær, sigur Vøn.
Í verjuni
síðani 1969
Navnið Vøn fekk Jan V. Jørgensen, tá hann kom í verjuna á fyrsta sinni. Allir tyrluskipararnir fáa eitt navn við trimum bókstavum.
Fyrstu ferð Vøn var á flogi í Føroyum, var í oktober mánaði í 1969 ? árið eftir at hann byrjaði í sjóverjuni.
Hann hevur flogið alla staðni í kongaríkinum, og ein fittan partur av tíðini hevur hann brúkt í Føroym við millum annað fiskieftirliti og sjúkraflutningi.
Og kanska heldur hann fram sum tyrluskipari í Føroyum, tá hann verður pensjóneraður í donsku verjuni.
Í løtuni heldur hann frí í tvær vikur, men hann skal aftur til arbeiðis í sjóverjuni seinni í mánaðinum.
Kona Vøn er ættað úr Sørvági.