Bogi er ættaður úr Sumba, og bæði foreldrini eru haðani. Hann flutti sum smádrongur til Havnar, tá pápin Jóhan Samuelsen byrjað sum lærari á Sjómansskúlanum.
Bogi er útbúgvin stýrimaður og skipsførari og eftir at hava siglt sum yvirmaður í nøkur ár, byrjaði hann sum 35 ára gamal í pakkhúsinum hjá Skipafelagnum Føroyar í Havn. Í dag arbeiðir hann sum søluráðgevi hjá felagnum.
Starvsfelagarnir ynskja Boga hjartaliga tillukku við degnum.