30 seglbátar hava longu vitjað í Vági í ár

Talið av seglbátum er bert vaksið úr 28 upp í 30, men talið á fólkum umborð á bátunum er tvífaldað, úr 65 upp í 133 gestir

 

Áhugin fyri Vági sum ferðamál hjá seglbátum er framvegis stórur. Higartil í ár hava 30 seglbátar vitjað við tilsamans 133 fólkum umborð.

 

- Samanborið við somu tíð í fjør er talið av seglbátum bert vaksið úr 28 upp í 30 bátar, men talið á fólkum umborð er tvífaldað, úr 65 upp í 133 gestir.

 

Hetta siga tey í Vágs kommunu í dag.

 

- Eitt áhugavert eyðkenni er, at Vágs havn hevur verið fyrsta føroyska havnin hjá øllum seglbátunum, sum hava vitjað higartil í ár. Flestu eru komnir úr Skotlandi, men eisini eru seglbátar komnir til Vágs úr Írlandi og Danmark.

 

Í Vági verður víst á, at seglbátarnir sjálvir hava uppruna í fleiri ymiskum londum.

 

- Flestu bátarnir higartil í ár eru úr Fraklandi og Bretlandi, men eisini hava vit havt vitjanir úr Týsklandi, Niðurlondum, Kanada, Danmark, Póllandi, Avstralia, USA, Belgia og Sveis.

 

Sagt verður, at mong av teimum, sum koma til Vágs við seglbáti, steðga í nakrar dagar og brúka tíð í bygdini. Gestirnir vitja handlar, matstovur og onnur tilboð í økinum.

 

- Vit fegnast um gongdina og gleða okkum at taka ímóti fleiri seglbátum restina av summarinum, siga tey í Vágs kommunu í dag.