Eg frøddist um seinastu veljarakanningina, sum kom í vikuni.
Hóast tað hevur glæðað óført í vatngløsunum í miðlunum og hjá professionellu viðmerkjarnum, um bakland í Javnaðarflokkinum, og ónøgd við samgonguna og samgongumál, so heldur Javnaðarflokkurin stand í veljarakanningini og kanska meiri enn tað.
Hetta gjørdi, at Jóannes Eidesgaard í Stjórnini hjá FM1 næstan bant knút á seg sjálvan við at inndraga miðaltøl frá seinastu fimm løgtingsvalunum, fyri soleiðis at kunna útnevna Javnaðarflokkin til tapara. Tað var kanska lættari hjá honum, enn at viðganga tað ivasama í hansara egna analysu, um at samgongumálini og ABC-samgongan kosta Javnaðarflokkinum dýrt.
So komu Jóannes Eidesgaard og Tórbjørn Jacobsen við einum máli afturat, sum teir løgdu afturat langa listan hjá sær við ringum málum hjá Javnaðarflokkinum í hesari samgonguni.
Tað er málið um Landsverk, har landstýrismaðurin í vinnumálum fremir rættiliga umfatandi broytingar.
Hvussu hetta málið kann verða ringt fyri Javnaðarflokkin, skilji eg ikki.
Landsverk var sett í verðina til at gera vegir og havnir, og at halda vegir og havnir. At Landsverk skal standa fyri byggiverkætlanum hjá landinum er relativt nýtt, og vit mugu bara staðfesta, at tað riggar ikki.
Um okkurt ikki riggar, so má tað broytast. Ella nýskipast, um man vil brúka eitt annað orð.
Meginparturin av teimum bygningum, ið landið hevur bygt, eru bygdir, uttan at Landsverk ella nakar annar sentralur stovnur hevði byggiábyrgdina.
Kommunurnar, almenn partafeløg, SEV, privatu orkufeløgini, bankar og privatar fyritøkur hava havt nógvar stórar og kompleksar byggiverkæltanir, sum t.d. útbyggingarnar á Sundi, Vága Floghavn. Føroya Banka, vindmyllulundir, kommunuskúlar, hotellbygningar og dagstovnar. Tær eru generelt ikki verri frágingnar enn almennu byggiverkætlaninar, ið Landsverk hevur varað av seinnu árini.
Hetta, at fara aftur til at ráðini sjálv, skulu hava ábyrgd av bygging, eins og støðan var áðrenn Landverk fekk leiklutin, er ein nýskipan, ið vit í Javnaðarflokkinum taka fult undir við. Hetta umrøddu vit longu undir samgongusamráðingunum.
Hetta merkir ikki, sum onkrir viðmerkjarar rógva uppundir, at man skal byggja permanentar byggiverkætlanarbólkar í ráðunum. Tað hevði man ikki fyrr, og tað skal man heldur ikki hava nú, líka so lítið sum aðrar organisatiónir, sum byggja viðhvørt, hava permanentar byggideildir.
At gera sum andstøðan rør uppundir, at lata Landsverk halda fram, og kanska gera verkætlanardeildina uppaftur størri við fleiri pengum, er bara at halda fram við tí sama, sum ikki riggar.
Einstein skal hava sagt: Definitiónin av ørskapi er at gera tað sama umaftur og umaftur, og vænta eitt øðrvísi úrslit.
Tað vil andstøðan, og tí er tað gott, at hon er andstøða.











