300% - Filmurin 300 rokkar for svakt

Filmurin 300 er eitt tetestoronkent urbrøl og tónleikurin er vælvaldur. Meginparturin av filminum er ein stór og ógvuslig bardagasena frá bronsualdrinum, ja, ongantíð sá eitt slátur so gott út á filmi fyrr sum nú

 

300 er blóðugta søgan hjá Frank Miller um kenda søguliga slagið við Thermopylæ, har kongurin Leonidas og 300 djarvir spartanar bardust móti persarakonginum Xerxes. Her stóðu spratanarar framman fyri einari ómøguligari uppgávu at berjast við eina millión hermenn, tí fyri teir var einki við at yvirgeva seg, bert bardagin um deyða og æru.

Vit eru í árinum 480 f. kr., har dekadenti Kongurin Xerxes, sum heldur seg vera ein gud, hevur vunnið á øllum Asia, og nú skuldi hann vinna restina av heiminum fram til Atlantshavið. Iran hevur longu funnist at hesari søguligu framsetingini og kalla hann fyri reina rasismu.

Grikkaland var tá býtt í minni býarstatir, sum høvdu býir sum sentur. Í Sparta búðu teir fremstu hermennirnir, ið longu frá barnsbeini vóru vandir við at berjast – hesir gjørdu einki annað.

Sparta var eitt samfelag, har tað ikki var pláss fyri teim veiku, tí spartanarar sóu seg sjálvar sum eitt nærum fasistiskt harrafólk, ið heldur vildu liggja eftir á, enn at gerast partar av eini samgongu.

Kongurin Leonidas tekur lívið av boðberunum, ið koma fyri at biða hann yvirgeva seg. Politikarnir vita ikki hvat teir skulu gera, og teir elstu heita á Oraklið í Delphi.

 

Thermopylæ

Slagið við Thermopyle vardi í fýra dagar og kostaði óteljandi persarum lívið. Tað var her, at søgan og mytan sigur, at grikkar komu at steðga persarakonginum, og var hetta ikki hent, so meta nógv at t.d. fólkaræði helst ongantíð hevði sæð dagsins ljós.

Sum reinur estetikkur er hesin filmurin heilt ótrúliga nær við teknirøðina hjá Frank Miller, ið gav okkum kultrøðina og filmin ”Sin City!.

 

Ein teknirøð

Filmurin ”300” er gjørdur eftir einum forleggi hjá kenda teknaranum Frank Miller. Hann sá filmin ”Teir 300 spartanarnir” sum barn og fór sum vaksin undir hetta megnarverk.

Tað klæðir filmin, at tey, sum leika, eru so ókend. Tó er okkurt merkiligt homoerotiskt við filminum og øllum hesum hálvnaknu vøddamonnum.

Samanumtikið er 300 verdur at síggja. Øll tey, sum elskaðu Troy, Braveheart og Gladiator, fara at elska hendan filmin, ja, kanska enn meiri enn hesar. Hetta er stórsligið undirhald.

 

4 stjørnur av 6

 

300

Leikandi

 

Kong Leonidas Gerard Butler

Dronning Gorgo Lena Headey

Dilios David Wenham

 

Leikstjóri Zack Snyder. 1 tíma og 57 minuttir. Framførdur í Havnar Bio frá 16. mai. Loyvdur fyri øll yvir 15 ár.