Jákup Sverri Kass, stjóri á flogvøllinum í Vágum sigur, at tað er ein sannroynd at, greiður samanhangur er ímillum prísin á ferðaseðlum og hugin hjá fólki at ferðast.
- Vit gera kanningar av og á og tað er heilt greitt, at fatanin hjá fólki er, at ferðaseðlarnir eru blivnir bíligari seinastu tíðina.
Ferðafólk siga, at tey hava goldið einar 300 krónur minni fyri ferðaseðlin, enn tey eru von við og hetta hevur avgjørt týdning fyri vøksturin í ferðafólkatalinum, sigur Jákup Sverri Kass.
Avsláttur
Men stjórin sigur, at í Vága Floghavn gera tey eisini sítt fyri at stimbra flúgvingina.
Í hesum sambandi fær Atlantsflog í eina tíð ein avsláttur upp á 50% av avgjøldunum til Vága floghavn.
- Hetta verður gjørt fyri at Atlantsflog kann seta prísin á ferðaseðlum niður fyri at stimbra upp undir hugin hjá fólki at ferðast tær tíðir á árinum, har tey vanliga ikki ferðast so nógv, og eisini fyri at stuðla upp undir nýggju rutuna til Barcelona
- Vit ivast ikk í, at bíligari ferðaseðlar økja um hugin hjá føroyingum at ferðast út í heim og hjá útlendingum at ferðast til Føroya, sigur Jákup Sverri Kass.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi sigur, at fyrr í gjørdi Atlantsflog eina nýggja prísskipan við fleiri bíligari setrum og betri møguleikum at seta útferð og heimferð saman so at ferðaseðilin tilsamans verður bíligari.
Magni Arge, at í summum førum ger tað rættiliga stóran mun, tí nógv dømi eru um, at ferðaseðilin verður einar 400-500 krónur bíligari og meiri enn tað eisini.
- Hetta ger rættiliga stóran mun, helst tá ið tað eru tvey fólk, ella eitt húski, sum skal ferðast, sigur stjórin í Atlantsflogi.