32 listafólk við

Ólavsøkuframsýningin hevur verk frá 32 listafólkum í ár.

Nevndin í Listafelag Føroya avgjørdi í ár, at bjóða listafólki, sum eru farin um 60 ár, at senda inn tvey listaverk hvør.

- Við hesi framsýningini er ætlanin at vísa, hvar listin er í dag hjá teimum, sum hava hava verið listafólk her heima seinastu trý ella fýra áratíggjuni, boðar felagið frá í tíðindaskrivi.

Ólavsøkuframsýningin, sum telur 32 listafólk í ár, hevur verið fastur táttur í hvørjari ólavsøku síðani 1950, og framsýningin í ár er sostatt tann hálvfjerðsinstjúgunda.
Eyðun av Reyni, Kári Svensson og Oggi Lamhauge hava staðið fyri uppheingingini í ár, meðan Bárður Jákupsson hevur skrivað hugleiðingar í skránni og eigur málningin, sum prýðir skránna og plakatina.

Framsýningin letur upp í Listasavni Føroya ólavsøkuaftan kl. 15 og er opin til kl. 20. Ólavsøkudag frá 14 til 20. Framsýningin er opin til 1. september.