Um løgtingið skuld keypt seg leyst av skyldunum við tænastumannapensjónum, so hevði tað kostað landskassanum 3,3 milliardir krónur.
Tað sæst í viðmerkingunum til landsroknskapin, sum landsgrannskoðararnir hava lagt fyri løgtingið. Har verður upplýst, at Gjaldstovan hevur skrásett tænastumannaskyldurnar og fingið aktuar at meta um, hvat tað hevði kostað landinum at keypt seg leyst frá skylduni nú. Nettoúrslitið er 3,325 milliardir krónur.
Í oktober 2014 kunnaði landsstýrismaðurin um, at uppgávan at gera upp eftirlønarskylduna mótvegis landsstýris- og løgtingsfólkum er síðsti partur av arbeiðinum at gera tænastumannaeftirlønir upp. Tilfarið er nú savnað og skrásett, og í næstum fær aktuarur tað, soleiðis at hesin parturin av eftirlønarskylduni eisini verður gjørdur upp. Ætlandi verður arbeiðið liðugt innan árslok.
Løgtingsgrannskoðararnir halda tað als ikki vera nøktandi, at reglurnar um at skráseta ognir og útbúnað, sum hava verið í gildi síðani 2001, framvegis ikki verða hildnar.
Løgtingsgrannskoðararnir átala eisini, at enn vantar at gera upp skyldurnar viðvíkjandi tænastumannaeftirlønum mótvegis løgmonnum, landsstýrisfólkum og løgtingsfólkum og mæla til, at loysn verður fingin á, hvussu henda stóra fíggjarliga skylda landsins verður skrásett.