34 ferðafólk fingu skaða á Svalbard

Fleiri fólk fingu skaða, tá ein ferðavinnubátur sigldi á bryggjuna í Barentsburg á Svalbard í dag.

Fleiri fólk fingu skaða, tá ein ferðavinnubátur sigldi á bryggjuna í Barentsburg á Svalbard í dag. Løgreglan á Svalbard fekk boð um hendingina í morgun klokkan 10.15, og sagt verður, at 125 fólk vóru í bátinum, tá hann rendi á bryggjuna.

 

Í kvøld upplýsir sýslumaðurin á Svalbard fyri Svalbardspostinum, at 34 fólk hava fingið ymiskar skaðar og brotskaðar av stoytinum. Høvuðsmiðstøðin í Norðurnoregi (HRS) sendi tyrlur og sjóverjuskipið Andenes til Barentsburg, og fleiri av teimum skaddu eru send til Tromsø við sjúkraflutningsflogfari.

 

- Júst í løtuni arbeiða vit við at veita teimum meiðslaðu heilsuhjálp og fáa tey á sjúkrahús, segði Øyvind Aadde hjá HRS við www.nordlys.no seinnapartin í dag.

 

Í samband við hendingina í morgun, hevur Universitetssjúkrahúsið í Troms eisini sent manning, eitt nú læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, upp til Svalbard at hjálpa heilsustarvsfólkunum á oynni við fólki, ið fingu skaða undir tilburðinum.

 

Báturin, sum sigldi á bryggjuna í Barentsburg í dag, er ein lokalur ferðavinnubátur, sum siglur millum Longyearbyen, Pyramiden og námsbýin, Barentsburg. Hildið verður, at tað var eitt hvørt tekniskt brek, sum elvdi til, at báturin sigldi á bryggjuna.