Fyri stívliga hálvum øðrum mánaði síðan fekk Hotel Skálavík nýggjan leiðara. Maðurin, sum er 34 ára gamal, er Ólavur Thorsteinsson. Nýggi hotelleiðarin vísir á, at enn er hann so nýggjur í starvinum, men hann heldur avgjørt, at nógv spennandi hendir í Sandoynni í løtuni.
- Her eru nógvar kreativar kreftir, og vit hava eitt gott samstarv við Visit Sandoy, sum hevur nógv góð hugskot. Umframt at vit eru í Skálavík, er tað eisini gevandi fyri økið, at her er ein lutfalsliga nýggj og øðrvísi kafé á Mølini.
Ólavur Thorsteinsson sigur, at Hotel Skálavík vil samstarva við allar partar í Sandoynni, tí tað ræður jú um, sum hann sjálvur tekur til, at alt gongur uppí eina hægri eind – øllum økinum til frama.
- Vit eru eitt hotell og tað, at ein kafé er á Mølini í Skálavík, er avgjørt bara gott. Jú, fleiri leita í Sandoynna og til Skálavíkar, tess meira virksemi verður skapt. Tú kanst ikki vera bestur í øllum, og roynir tú tað, endar tú bara sum miðal, sum hann tekur til.
##med2##
Hotelleiðarin sigur, at tey, sum starvast í tænastuni á Hotel Skálavík, vilja vera við til at lyfta Sandoynna á Føroyakortið, og tá Ólavur Thorsteinsson hyggur í hagtøl fyri vitjandi á hotellinum, sæst týðiliga, at tey eru mong, sum bæði eina ferð, tvær ferðir og tríggjar ferðir hava vitjað aftur á Hotel Skálavík.
- Tað eru nógvar familjur kring um í Føroyum, sum dáma væl at koma higar, og í fleiri førum síggja vit, at talan er um pør við børnum. Tað er heldur ikki so sjáldan, at bæði abbar og ommur eisini eru við á ferðini, sigur nýggi hotelleiðarin á Hotel Skálavík.