35 ára gomul kvinna horvin í Qaqortoq

- Síðan vit fingu fráboðanina, hava vit avhoyrt familju og vinir, men enn er kvinnan ikki komin afturíaftur, sigur Grønlands Politi.

Grønlands Politi hevur sett í verk leiting eftir einari 35 ára gamlari kvinnu, sum er horvin í grønlendska býnum, Qaqortoq.

 

Kvinnan er seinast sædd millum leygardagin og sunnudagin - ella fyri skjótt einari viku síðan.

 

- Eingin hevur sæð kvinnuna síðan seinasta vikuskiftið, sigur løgreglan, ið hevur sent út tíðindaskriv, sum eitt nú Sermitsiaq endurgevur. 

 

Løgreglan hevur spurt seg fyri hjá familju og vinum, men higartil hevur hetta ikki givið úrslit. Tískil er nú leiting sett í verk í samstarvi við sløkkilið og Arktisk Kommando.

 

##med2##

 

Tað var fyrrapartin hósdagin í hesi vikuni, at Grønlands Politi fekk eina fráboðan um, at kvinnan er saknað. 

 

- Síðan vit fingu fráboðanina, hava vit avhoyrt familju og vinir, sum kanska kundu vita okkum um kvinnuna at siga. Men, tá kvinnan enn ikki er funnin, hava vit sett í verk leiting.

 

Sermitsiaq veit frá Grønlands Politi at siga, at kvinnan, sum leitað verður eftir, er Peerstaat Isaksen. Hon er umleið 155 sentimetrar høg og var ílatin myrkagrønan jakka, ljósareyða t-shirt, svartar buksur og lilla littar skógvar.

 

 

 

Kvinnan, sum leitað verður eftir, er 35 ára gamla, Peerstaat Isaksen.