FTZ Føroyar hevði eitt gott ár í fjør.
Roknskapurin vísir eitt yvirskot upp á 3,5 milliónir krónur.
FTZ Føroyar er felag, hvørs endamál er at reka heilsølu innan billutir og annað virksemi í hesum sambandi. Felagið yvirtók í 2010 AMA-billutir, sum Andreas M. Andreasen í Havn átti og hevði rikið í fleiri enn 30 ár.
Sambært ársroknskapinum, so hevði felagið ein bruttovinning upp á góðar 10 milliónir krónur, og felagið hevur goldið seks milliónir krónur í lønum.
Eginogn felagsins er 10,6 milliónir krónur, og eigararnir hava fingið 1,2 milliónir krónur í vinningsbýti.
Tað er FTZ Autodele & Værktøj A/S í Odense, sum eigur FTZ Føroyar