35 ár síðani Palme-morðið

Í dag eru 35 ár síðani svenski forsætisráðharrin var skotin til deyðis meðan hann saman við konuni gekk á gøtuni í Stokkhólmi.

Oluf Palme, sum var formaður í svenska Javnaðarflokkinum og sum var forsætisráðharri í Svøríki frá 1969 til 1976 og frá 1982 til deyðadag sín fyri 35 árum síðani, 28. februar í 1986.

Oluf Palme var ein av mest eyðsýndu og umstríddu politikarum í Norðurlondum í seinnu helvt at síðstu øld. Hann hevði sín stóra leiklut í menningini av svenska vælferðarstatinum og í uttanríkispolitikkinum var hann harður mótstøðumaður av imperialismuni.

Morðið á Oluf Palme førdi við sær eitt av heimsins størstu kanningararbeiðum og til eitt nationalt trauma fyri Svøríki. Eftir at hava kannað málið í 34 ár var sviin Stig Engström, eisini kallaður »Skandiamaðurin« sagdur at vera drápsmaðurin.

Oluf Palme var av betra slagnum – føddur í eini yvirklassafamilju. Hann vaks upp í einum stórum húsum á Östermalm í Stokkhólmi, Östermalmsgatan 36, sum nú hýsa rumensku sendistovuni í Svøríki.

Hann gekk í privatskúla, har tey løgdu merki til góðu evni hansara. Í 1944 tók hann studentsprógv.

##med2##

Oluf Palme fór seinni at lesa á Kenyon College í Ohio, har hann í 1948 tók prógv í høvuðsfakunum búskapi stjórnmálafrøði við toppkarakterum. Við kunnleika sínum í fronskum og týskum virkaði hann sum vegleiðari hjá skúlafeløgum

Oluf Palme kom aftur til Svøríki og tók prógv sum cand.jur í 1951.

Hann fekk starv í umsitingini hjá Tage Erlander, sum var forsætisráðharri í Svøríki frá 1946 til 1969, tá Palme gjørdist forsætisráðharri.

Hann varð valdur í svenska Ríkisdagin í 1958. Hann gjørdist samferðsluráðharri í 1965, kenslumálaráðharri í 1967 og forsætisráðharri í 1969.

Svenski Javnaðarflokkurin misti stjórnarvaldið í 1976 eftir at hava havt stjórnarvaldið út í eitt í 40 ár. Í 1982 vann flokkurin aftur stjórnarvaldið, og Oluf Palme aftur gjørdist forsætisráðharri.