Páskastevna hjá TB var sera væleydnað tann fyrsta dagin.
Tá ið stevnan læt aftur hóskvøldið, høvdu 350 fólk verið á framsýning, og tað er væl meiri, enn roknað var við.
Stevnan er opin í tveir dagar afturat.
Í dag letur hon upp klokkan 14.00 og er opin til klokkan 22.00.
Í dag eisini ein lítil broyting í skránni.
Alex Bærendsen, sum skuldi syngja klokkan 18, hevur fingið forfall.
Ístaðin fara Teodor Petersen og dóttir hansara at syngja.
Í morgin er stevnan opin frá kl. 16 til 20.00.
Í dag er mótasýning klokkan 19.00. Kl. 20.30 fara Torgerð og Dagfinn at undirhalda.
Í morgin fer Tvøroyrar Sjónleikarafelag at undirhalda fyri børnum.
Og klokkan 19 verður stórt gallashow við undirhaldi, tónleiki og mótasýning.
Tá verður eisini drigið um høvuðsvinningin, sum er ein framkomin telda við printara.