3500 hermenn aftrat til Haiti

Trygdarráðið í ST boðar frá, at 3500 hermenn og løgreglufólk aftrat verða sendir til Haiti. Harvið er samlaða talið av hermonnum og løgreglumonnum frá ST 12.651 mans. Hesir skulu ætlandi bøta um trygdina í landinum og stuðla neyðhjálpararbeiðinum.

Sambært heimasíðuni hjá DR atkvøddu allir 15 limirnir í Trygdarráðnum hjá ST fyri loysnini, sum eisini er eitt týðuligt tekin um, at støðan á Haiti er ræðulig og tað er neyðugt at handla beinanvegin.

Sambært dr.dk sigur Ban Ki-moon, sum er aðalskrivari í ST, at hann er sera takksamur fyri, at Trygdarráðið í ST hevur borið so skjótt at.