Síðani sunnudagin hevur melduródnin Sepat herjað stór øki har eysturi í Kina og gjørt stóran skaða Myndugleikarnir siga í morgun, at melduródnin hevur kravt minst 36 mannalív, og at 1,4 mió. fólk eru flutt heiman.
Ódnarveðrið hevur oyðilagt meiri enn 60.000 hús og íbúðir, og myndugleikarnir halda, at melæduródnin hevur gjørt skaða fyri einar 3,6 mia. krónur.
Sepat herjaði Taiwan og Filipsoyggjarnar, áðrenn hon fór í land í Kina, og har kravdi hon fýra mannalív.