Vevmáting
Frá fyrsta degi hevur tað verið olivant.fo, sum hevur verið ovasta síðan á netinum. Í viku 35 setti síðan eisini met við yvir 548 túsund sýndum síðum. Eitt tal sum í farnu viku fall eitt vet niður á stívliga 544 túsund sýndar síður. Talið av brúkarum á olivant setti eisini met í viku 36 við 27.471 brúkarum.
Dimma.fo og uf.fo eru sera støðugar á listanum og eru á 5. og 6. plássi við meira enn 4.000 brúkarum á hvørjari síðu.
Kvinna.fo er á 7. plássi við 3,152 brúkarum og er tað met hjá kvinna.fo higartil. kall.fo hevur eisini met við 3.054 brúkarum. nordlysid.fo hevur havt nakað minni tal av brúkarum síðani summarfrítíðina, men hevði yvir 3.000 brúkarar í seinastu viku, sum er nakað tað sama nordlysid.fo hevði áðrenn summarfrítíðina.Vevmátingarlistin hevur leinkju á olivant.fo, og við at trýsta á hesa sæst fullfíggjaði listin.