SSP-skipanin, Ráðið fyri Ferðslutrygd, Klaksvíkar Sjúkraflutningstænasta saman við Trivnaðardeildini hjá Klaskvíkar kommunu høvdu í dag boðið øllum 1. 2. og 3. flokkunum í Norðoyggjum og í Eysturkommunu til ein 1-1-2-dag við fótbóltsvøllin í Kaksvík.
Eisini møttu brogarstjórarnir báðir, Jóhan Christiansen og Jógvan Skorheim, sum helt røðu fyri børnunum.
Endamálið við tiltakinum var at kunna um arbeiðið hjá løgregluni, Sløkkiliðnum, Sjúrkaflutningstænastuni og øðrum hjálparstovnum og annars at fáa ein stuttligan og læruríkan dag um ferðslu, eldsbruna, bjarging og um at ringja 1-1-2.
360 næmingar og lærarar teirra møttu í fagrasta veðri og sluppu tey at síggja og royna partar av hesum skipanum og eitt nú síggja løgregluna leita við hundi eftir einum luti, práta við ambulansamenninar og sløkkiliðsfólk eisini.
Ein góður, spennandi og læruríkur dagur, sum eftir ætlan skal verða afturvendandi.
Orð & mynd: Dávur Winther.