364 nummarplátur verða nú kliptar

- Akstovan hevur í dag latið politistøðunum kring landið 364 mál um vegskattaeftirstøður, til at taka nummarspjøldrini av akførum, sum enn ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár 2017. Tað skrivar Akstovan í tíðindabrævi í dag. 

 

 

 

Víðari verður sagt, at kann eigarin av akfarinum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu tekur politiið nummarspjøldrini av akfarinum. Í mai mánaði fór løgreglan runt landið og klipti nummar plátur um náttina, tí tað er lættasta tíðspunktið á degnum at finna bilarnar. Tá frættist frá akstovuni, at 461 mál vórðu send til løgregluna orsaka av, at eigararnir ikki høvdu rinda vegskatt.