Tey 36.883 fólkini, sum hava valrætt á kommunuvalinum í dag, kunnu velja á 58 valstøðum kring landið.
Størsta valstaðið er í Høllini á Hálsi í Havn. Har kunnu 12.564 fólk velja. Næststørsta valstaðið er í Klaksvík, har 3.648 fólk hava valrætt.
Minsta valstaðið er eystasta valstaðið í landinum, í Hattarvík, har 12 fólk hava valrætt. Næstminst eru Mykines og Hellurnar, har 13 fólk kunnu velja. Hattarvík er í Fugloyar kommunu, sum eisini umfatar bygdina Kirkju, har 24 fólk hava valrætt. Tilsamans hava 36 fólk atkvøðurætt í Fugloyar kommunu.
Svínoy er partur av Klaksvíkar kommunu, og Mykines er partur av Sørvágs kommunu.
Í størstu kommunu í landinum, Tórshavnar kommunu, hava 15.340 fólk valrætt. Tað er 41,6 prosent av øllum í Føroyum, sum hava valrætt í dag.
Valhølini lata upp klokkan 10 og eru opin til klokkan 20, ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Í kommunuvallógini stendur eisini, at eingin má av arbeiðsgevara vera so mikið bundin, at hann fær ikki høvi til at velja.
So skjótt sum atkvøðugreiðslan er av, fer atkvøðuteljingin fram – og hon er almenn. Í kommunum, sum býttar eru upp í tvey ella fleiri atkvøðuøki, fer teljingin fram í hvørjum øki sær.
Niðanfyri sæst yvirlit yvir tey 58 valstøðini í Føroyum.
| Valstøð eftir stødd: | |
1 | Tórshavn | 12564 |
2 | Klaksvík | 3648 |
3 | Runavík | 2116 |
4 | Argir | 1521 |
5 | Sandavágur | 1458 |
6 | Trongisvágur | 1317 |
7 | Fuglafjørður | 1122 |
8 | Vágur | 1014 |
9 | Toftir | 903 |
10 | Vestmanna | 897 |
11 | Sørvágur | 817 |
12 | Gøtugjógv | 804 |
13 | Strendur | 720 |
14 | Kollafjørður | 685 |
15 | Leirvík | 666 |
16 | Eiði | 525 |
17 | Skála | 483 |
18 | Hvalba | 472 |
19 | Kvívík | 443 |
20 | Oyrarbakki | 430 |
21 | Hvalvík | 378 |
22 | Sandur | 378 |
23 | Skopun | 344 |
24 | Norðdepil | 306 |
25 | Viðareiði | 252 |
26 | Porkeri | 233 |
27 | Hósvík | 225 |
28 | Velbastaður | 206 |
29 | Sumba | 202 |
30 | Kaldbak | 175 |
31 | Nólsoy | 171 |
32 | Haldórsvík | 136 |
33 | Oyndarfjørður | 117 |
34 | Skálavík | 117 |
35 | Lopra | 87 |
36 | Hov | 86 |
37 | Sandvík | 81 |
38 | Skálabotnur | 79 |
39 | Fámjin | 73 |
40 | Húsavík | 64 |
41 | Haraldsund | 52 |
42 | Kunoy | 51 |
43 | Funningsfjørður | 47 |
44 | Tjørnuvík | 47 |
45 | Funningur | 45 |
46 | Árnafjørður | 42 |
47 | Skúgvoy | 37 |
48 | Mikladalur | 32 |
49 | Húsar | 31 |
50 | Dalur | 31 |
51 | Gjógv | 30 |
52 | Svínoy | 26 |
53 | Kirkja | 24 |
54 | Hestur | 18 |
55 | Elduvík | 17 |
56 | Hellurnar | 13 |
57 | Mykines | 13 |
58 | Hattarvík | 12 |
| Tilsamans | 36.883 |