370 krabbameinstilburðir í fjør

Heili 370 tilburðir av krabbameini vórðu staðfestir í Føroyum í 2019.

Tað vísir Krabbameinsfelagið á í ársfrágreiðingini, sum eisini staðfestir, at tað er hægsta talið, ið nakrantíð er skrásett í Føroyum.

Í árunum frá 2009 til 2017 vórðu millum 200 og 250 nýggir tilburðir skrásettir hvørt ár, og undan 2009 var talið millum 150 og 200.

Krabbameinsfelagið vísir á, at tað er torført at siga, júst hví tølini eru voksin so nógv. Okkurt er framt av gransking, men neyðugt er við meira av føroyskari gransking, ið kann siga okkum, hví tað er so, metir Krabbameinsfelagið.

Í 2019 varð skjøtul settur á nýggja Ph.D. verkætlan um krabbamein í Føroyum. Endamálið er at lýsa krabbamein í Føroyum, bæði yvirskipað og eisini í smálutum. Eitt nú at kanna sambandið millum krabbamein og aldur, bústað, sosialar umstøður, broytingar gjøgnum tíðina, eru summar familjur serliga hart raktar. Eisini hevur barnakrabbi serligt fokus í hesi verkætlanini.

– Granskingin fer vónandi at svara fleiri av spurningunum. Spurningum sum: hvat er serligt hjá okkum, hvør er í serligum vanda at fáa krabba, hví eru summi í størri vanda enn onnur? Og er okkurt serligt, vit kunnu og skulu gera at fyribyrgja krabba, sigur Krabbameinsfelagið.