371 ferðafólk flutt av »Viking Sky«

Ferðamannaskipið "Viking Sky" skal sleipast til Molde í morgun, upplýsir bjargingarleiðari.

Higartil er eydnast at flyta 371 av teimum umleið 1300 fólkunum, sum eru umborð á neyðstadda norska ferðamannaskipinum "Viking Sky".

 

Tað upplýsir løgreglan í Møre og Romsdal fyri norska blaðnum VG tíðliga í morgun.

 

Tilsamans tríggjar tyrlur eru í ferð við at flyta fólk av skipinum.

 

– Tyrlurnar flyta um 15 fólk í senn. Vindurin er makaður nú, og støðan umborð er róligari, enn hon var í gjárkvøldið, sigur Erik Walle, bjargingarleiðari, við tíðindastovunia NTB.

 

16 av teimum bjargaðu eru flutt á sjúkrahús við skaðum, harav trý hava fingið álvarsaman skaða.

 

Tað var um tveytíðina seinnapartin í gjár, at løgreglan í Møre og Romsdal fekk boð um, at ferðamannaskipið á veg úr Tromsø til Stavanger hevði fingið motortrupulleikar uttan fyri Hustadvika.

 

Síðani hava tyrlur verið í ferð við at flyta burtur tey tilsamans 1373 fólkini umborð. 915 teirra eru ferðafólk.

 

Í nátt fingu tey aftur gongd á motorarnar, upplýsir Erik Wall. Skipið siglir nú við egnari megi móti Molde.

 

– Tamarhald er á støðuni, og gongd er á motorunum, sigur hann við VG.

 

Hann upplýsir eisini, at ætlanin er, at ferðamannaskipð í morgun skal sleipast síðsta teinin til Molde. Tað kann taka nakrar tímar.

 

Ódnarveður millum Trondheim og Molde gjørdi tað til eina drúgva og dramatiska nátt hjá fólkunum umborð á ferðamannaskipinum.

 

Tað sigur varaborgarstjórin í Fræna Kommuna, Jan Arve Dyrnes, sum hevur tikið ímóti ferðafólkunum.

 

– Støðan er dramatisk. Vit eru fyrireikað uppá at taka ímóti øllum fólkunum umborð. Vit leggja ætlanir um, hvussu vit skulu greiða støðuna frameftir, tá tað sær út til at gerast eitt longri átak, sigur hann við NTB.

 

Sjálvboðin í kommununi hava tikið ímóti fólkunum frá "Viking Sky" eins og einu farmaskipið, sum eisini fekk motorsteðg og slagsíðu, tá tað sigldi út fyri at hjálpa ferðamannaskipinum.

 

"Viking Sky" var í gjár bara 100 metrar frá at sigla á land.

 

Tá upplýsir rakstrarleiðarin hjá Møre og Tøndelags Losoldermandskab,  sum millum annað stendur fyri navigatiónini, til Bergens Tidende.

 

Í 30 minuttir rak skipið móti landi, eftir at motorarnir steðgaðu, og manningin stríddis fyri at fáa tey tvey akkerini at taka botn.

 

/ritzau/