Mynd: Redningsselskapet

39 fólk eru druknað í Noregi í summar

- Vit hava tíverri lagt enn eitt summar aftur um okkum við einum stórum tali av druknivanlukkum, sigur aðalskrivarin hjá Redningsselskapet í Noregi, Grete Herlofson.

Mynd: Redningsselskapet

14 fólk druknaðu í Noregi í august í ár. Fyrr í summar eru tilsamans 25 fólk druknað, soleiðis at samlaða talið av teimum, sum lótu lív í druknivanlukkum í Noregi í summar, er 39.

 

Tað vísa hagtøl hjá norska Redningsselskapet, sum www.kystmagasinet.no endurgevur.

 

- Vit hava tíverri lagt enn eitt summar aftur um okkum við einum stórum tali av druknivanlukkum, sigur aðalskrivarin hjá Redningsselskapet, Grete Herlofson.

 

Hon leggur dent á, at hagtølini týðiliga vísa, hvussu týdningarmikið tað er, at null-hugsjónin, sum stjórnin samtykti í august í fjør, verður fylgd upp við einari virkisætlan og størri játtan til fyribyrgjandi arbeiði.

 

Allar vanlukkurnar uttan hin eina hendu, tá fólk duttu úr frítíðarbáti, undir baðing ella, tí fólk duttu á sjógv av landi. Ein vanlukka hendi undir "rafting".

 

Rafting verður tað rópt, tá siglt verður í gummibáti oman eftir streymharðari á við smærri fossum.

Tilsamans 15 menn og tvær kvinnur druknaðu í samband við nýtslu av frítíðarbáti. Yngsti persónurin av hesum var í 20-unum og hin elsti í 80-unum. 

 

Tølini hjá Redningsselskapet vísa, at tíggju av teimum, sum lótu lív í samband við nýtslu av frítíðarbáti, vóru menn, sum vóru seksti ár og eldri, harav fimm duttu niður millum bryggju og bát.

 

Seks kvinnur og fimm menn druknaðu í samband við baðing í summar, harav hin yngsti var ein 15 ára gamal drongur, og hin elsti var ein maður í 80-unum.

 

Aðrar druknivanlukku í Noregi í summar, sum telja við í teimum tilsamans 39, hendu, tá fólk vóru túr ella fiskaðu í fossum. Hin yngsti, sum læt lív her var ein 13 ára gamal drongur, og hin elsti var ein maður í 80-unum.

 

Íroknað hesi tøl eru fólk, sum eru druknað á sjónum, á vøtnum og í áum og fossum í Noregi í summar.

 


 

 

Mynd: Redningsselskapet