Í gjár vórðu 391 fólk koppsett. Av hesum fingu 382 fyrra prikið, meðan 9 fólk fingu seinna prikið.
Tilsamans 13.731 koppsetingar eru nú gjørdar í Føroyum. 9.350 fólk hava fingið fyrru koppsetingina. 4.381 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru liðugt koppsett.
Talið av koppsetingum í gjár er væl minni enn fyrradagin, tí tá vórðu heili 712 fólk koppsett - fyrradagin fingu 587 fólk fyrra prikið, meðan 125 fingu seinna prikið.
Í Danmark gongur eisini rætta vegin, har hava tey júst rundað 1 millión koppsetingar.