borðtennis
Kappast var í tveimum, har teir fyrstu 6 bólkarnir byrjaðu kl. 10.00 og hinir 5 byrjaðu kl. 13.00. Leikarar úr Tór og TBF vunnu 10 bólkar, 5 í part, meðan Árnfríður Olsen, sum leikar við nýggja felagnum úr Hvalba, vann K bólkin.
Í fleiri deildum vísir stigatalvan seg at síggja rættuliga spennandi út, undan 5. og seinasta umfari, sum verður avgreitt í næsta mánað. Hjá smápinkunum kunnu enn 4 gentur enda á øðrum plássið, meðan Anna Mikkjalsdóttur liggur á einum tryggum fyrstaplássi. Hjá smápiltunum sær alt út til at verða avgreitt, við Hans Jón Jacobsen sum vinnara, Eyðfinni Jensen sum nr. 2 og David Mortensen sum nr. 3. Í piltadeildini er eisini spenningur í, har Rasmus Potts og Heini Mortensen kappast um gulli og Mattias Mortensen og Patrikk Johannesen um bronsuna. Í smádreingjadeildini er støðan tann sama sum hjá piltunum, har Fróði Jensen og Gilli Sørensen kappast um oddasessin, og Hugin Albinus og Jákup Thomasen um annaðplássi. Í meistaradeildini minkaði spenningurin eftir dagsins umfar, eftir at Fríði Jensen bert kláraði eitt 4. pláss, meðan hansara nærmasti kappingarneyti Petur Niclasen, vann bólkin, og sostatt gjørdist munurin teirra millum heili 50 stig. Um Fríði ætlar at gera sær nakra vón um at fáa gull í Grand Prix kappingini í ár, so skal hann vinna næsta umfar, og síðani vóna at Petur endar á einum 4. plássi. Men alt hetta og meira aftrat, fáa vit at vita eftir 5. umfar, sum verður avgreitt í Havn 25. februar.
Bólkavinnararnir gjørdist:
APetur Niclasen, Tór
BEyðun Luid, Tór
CGilli Sørensen, TBF
DPáll Heri Nolsøe, TBF
EJens Andreas Henriksen, Tór
FPatrikk Johannesen, TBF
GBjarki Olsen, Tór
HMargeir Kjærbo, TBF
IBirita Mortensen, TBF
JAndrias á Roykheyggji, Tór
KÁrnfríður Olsen, Royn
Støðan eftir 4. umfar:
Smápinkur:
1Anna Mikkjalsdóttur, TBF - 242 stig
2Eva Wilhelm, TBF - 194 stig
3Lív Øster, TBF - 192 stig
3Sofía Maria Ferjá, TBF - 192 stig
Smápiltar:
1Hans Jón Jacobsen, TBF- 240 stig
2Eyðfinnur Jensen, TBF - 210 stig
3David Mortensen, TBF - 168 stig
Pinkur:
1Marin Brattalíð, TBF - 268
2Birita Mortensen, TBF - 256 stig
3Femja Mortensen, TBF - 252 stig
Piltar:
1Rasmus Potts, TBF - 690 stig
2Heini Mortensen, TBF - 590 stig
3Mattias Mortensen, TBF - 430 stig
Smágentur:
1Sheila Strøm, TBF - 920 stig
2Rakul Mikkjalsdóttur, TBF - 800 stig
Smádreingir:
1Fróði Jensen, TBF - 1160 stig
2Gilli Sørensen, TBF - 1110 Stig
3Hugin Albinus, TBF - 990 stig
Gentur:
1Susie Midjord, TBF - 980 stig
2Joan Thomasen, TBF - 690 stig
3Svanna Mortensen, TBF - 388 stig
Dreingir:
1Reidar Luid, Tór - 1370 stig
2Pætur Albinus, Tór - 1190 stig
3Sjúrður Ferjá, TBF - 1070 stig
Kvinnuunglingar:
1Marin í Dali, TBF - 1200 stig
2Mariann Mikkjalsdóttur, TBF - 820 stig
3Eydna Jespersen, TBF - 410 stig
Mansunglingar:
1Ragnar Egilsson, Tór - 1400 stig
2Sigurð Carlsson, Tór - 1250 stig
3Levi Winther, Tór - 740 stig
Meistaradeildin:
1Petur Niclasen, Tór - 1470 stig
2Fríði Jensen, TBF - 1420 stig
3Vagnur Nolsøe, TBF - 1200 stig