4. juli festligheitir í Washington DC

Halla Nolsøe Poulsen


4. juli er sum kunnugt Independence day ella frælsisdagur amerikumanna. Hetta varð feiðra á ymsan hátt kring landið. Í Washington, har eg eri stødd i hesum døgum, var alla tíðina sera ivasamt hvussu fór at verða við festligheitunum. Fyri tað fyrsta vóru trygdartiltøkini sera strong niðri á The Mall, ið er stóra grasplenan har fýrverkarí?ið varð skotið av, og fyri tað næsta so regnaði av grimd allan dagin, heilt til uml. 5-6 tiðina seinnapartin, tá tað sleit í. Regnmongdin var tann mesta a hesum degi síðan 1882! Tað vísti seg at The Mall var stikað inni, og øll ið vildu inn á sjálva grasplenuna máttu lata seg og taskur sínar kanna av løgregluni. Tá eg kom oman har kl. 21 var ongin møguleiki at koma inn, tað var fult. Tíggjutúsundtals av fólki var stúgva saman á grasinum, ið eftir tað nógva regnið var eitt stórt runudíki. Tað gjørdi tí ikki tað stóra at eg ikki slap inn, man kundi saktans síggja fýrverkarí?ið fra gøtunum rundan-um, ið allar eisini vóru fullar av fólki. Tað var sum at fara til kappróður á ólavsøku, øll gingu fyrst omaneftir, og so tá tað heila var av, niðan aftur. Fýrverkarí?ið var heilt ótruliga flott. Eg las onkustaðni, at uml. 15.000 rakettir vóru skotnar av, og hesar eru allar av størsta "Tivoli"-slag. Ein skrúðgonga ið skuldi verða fyrr um dagin var avlýst vegna veður, men ein uttandura konsert varð hildin sum ætla.
Nýggja Freedom Tower
Í New York var 4. juli merktur av, at fyrsti hornasteinurin til tað nýggja Freedom Tower varð lagdur, á staðnum har World Trade Center fyrr lá. Tann 20 tons tungi granitsteinurin markerar byrjanina av byggingini av einum skyskrabara, ið skal koma í staðin fyri the Twin Towers. Bygningurin, ið verður 1776 føtur (sama tal sum árið 1776, tá USA undirskrivaði frælsisyvirlýsing sína) ella 540 metrar høgur verður bygdur av glasi og stáli, og skal hava eitt torn, ið líkist fakkulinum hjá friðargudinnuni. Friðartornið verður væntandi liðugt í 2009, og verður tá heimsins hægsti bygningur.
Fólkalívsfestivalur
Í 10 dagar undan 4. juli hevur ein fólklívsfestivalur hildið til á the Mall. Hvørt ár skipar the Smithsonian Museum fyri hesum festivali, ið hevur skiftandi tema, ið tó altið er eitt land, ein statur i USA og so eitt triðja, ið kann verða skiftandi. Í ár var tað Haiti, "Water Ways" og so latino musikkur á skránni. Haiti var valt, tí tað í ár eru júst 200 ár síðan landið gjørdist sjálvstøðugt, og haitibúgvar hava stríðst fyri teirra frælsi nærmast síðan tá.
"Water Ways" stendur fyri einari skrá, ið er ein lýsing av hvussu lívið framvið amerikansku miðatlantarhavsstrondini er merkt av havinum, hvussu fólk liva við, av og á havinum. Seks amerikanskir statir luttóku í hesum parti av festivalinum.
Haiti
Eg helt sjálv, at tað var mest áhugavert at hoyra um Haiti, tí eg hevði stórt sæð ongan kunnleika um hetta litla fjalla- og oyggjalandið frammanundan.
Tað stuttliga við hesum fólkalívsfestivali er, at tey veruliga taka upprunafólkið inn úr tí útvalda landinum, og seta tey í ein bás, at vísa fram sítt lívsstarv. So sita tey har í hesar 10 dagarnar, og av tí at tey sum oftast ikki tosa enskt, so traðka limirnir í tí lokala samfelagnum her í Washington til, og bjóða seg fram sum hjálparfolk og tolkar. Festivalurin samarbeiðir sjálvandi við hesi allan vegin ígjøgnum, og fyrireikingarnar til Haiti partin av festivalinum í ár høvdu tikið 7 ár. Nógvir haitibúgvar í útlegd búgva í Washington, og eg var so heppin at kenna ein, ið kom við mær og greiddi frá tí haitisku mentanini.
Upprunafólki á Haiti, tey vóru kallað Arawak Taino, komu norðanfrá, úr syðra partinum av Norðuramerika í 14. øld. Hetta var sama fólkaslag, ið eisini eru búsitandi á Jamaica og Cuba. Tey høvdu onki skriftmál, men hóast hetta eru nógv av teirra orðum varveitt enn í dag. Í 1492 kom Columbus til Haiti, og var væl móttikin av haitibúgvum. Tíverri gekk stutt tíð, so høvdu spaniólar gjørt haitibúgvar til trælir, og noyddu teir at grava eftir gullið i námunum. Tær høðru liviumstøðurnar hjá trælunum gjørdu, at eftir uml. 50 árum undir spaniólum vóru upprunafólkið meir ella minni útrudda. Hetta fekk so spaniólar til í 1502 at innflyta trælir úr Afrika, og fyri at gera eina langa søgu stutta, so er Haiti í dag ein samanvevjing av Arawak Taino fólkinum - tí nøkur rýmdu undan spaniólum og goymdu seg í fjøllunum - og innfluttum afrikanarum. Hetta hevur gjørt, at Haiti hevur eina serstaka fjølbroytta og spennandi mentan. Tað verður ov langt at greiða frá øllum her, men básarnir á festivalinum vóru t.d. ein tónleikapallur, har ymiskir tónleikabólkar framførdu alla tíðina, ein vodoo básur, har vodoo dansur og sangur var framførdur, ein básur við mati, ið er serstakur fyri Haiti, ein við tilvirkan av kaffi, ein við tilvirkan av rom úr sukurrótum, træskerarar, metalskerarar og ein heilur árabátur varð eisini bygdur meðan festivalurin var. Mær dámdi best tónleikapallin, tí tað var so hugtakandi at sita og lurta, sjálvt um tú ikki skilti eitt orð. Haitiska málið í dag er eitt slag av fronskum, men so ikki álíkavæl. Vinur mín skilir ikki væl franskt, men tá eg hoyri hann tosa, so ljóðar tað sum franskt fyri mær. Tey siga sjálvi, at tað er brotið franskt, men eg haldi hetta verða eina eitt sindur niðursetandi lýsing. Tónleikurin var alt frá andaligum tónleiki, til "bongo-trummur" við villum dansi.
Vodoo
Eisini dámdi mær sera væl vodoo framførsluna, ið man jú bara kennir frá óhugnaligum amerikanskum filmum. Í veruleikanum er vodoo tann alment viðurkenda religiónin á Haiti, ið viðurkennir eina einvaldandi lívskeldu ella Gud, um man vil. Vodoo kemur úr Afrika og er ein samanvevjing av nógvum ritualum og mentanarligum siðum og kom til Haiti við áðurnevndu trælum í 1500 talinum. Haitiansk vodoo hevur nøkur ísløg av katolicismu í sær, og sigast tað at verða tvær møguligar frágreiðingar um hetta. Tann eina sigur, at tað var tvungið, tí ein fronsk lóg segði, at allir trælir á øllum teirra oyggjum skuldu doypast, so fyri at kunna útinna vodoo í heila tikið, so máttu tey lata sum um at tey tóku tað til sín, og hin frágreiðingin er, at haitibúgvar viðurkendu tey kristnu virðini, og tóku tey til sín av fríum vilja. Vodoo serfrøðingar eru ikki á einum málið um hetta, og helst er sera torført at finna eina semju um málið, tí hvør kann siga, júst hví ein siður byrjar og hvørjar orsøkirnar vóru, eftir so nógvum 100 árum?
Sjálv vodoo framførslan var ein røð av songum og dansum, við trummusláttri afturvið. Framførðslan er til heiðurs fyri Iwa, ið er eitt slag av millumliði millum menniskju og andarnar. Eitt umráðandi lið í vodoo er ein yvirtøka, ið gongur báðar vegir. Menniskjuni verða yvirtikin av andunum, og somuleiðis uppgeva menniskjuni sín fysiska kropp, og verða til andar eina løtu. Tað er í hesum løtum at Iwa kann geva menniskjunum svar uppá átroðkandi spurningar, og soleiðis loysir vodoo fólki ivamál á lívsleiðini.
Í trummularminum í tí drepandi hitanum í teltinum hevði tað verið ein lætti uppgeva sín fysiska kropp ein løtu, men eg varð tíverri verandi í mínum hesu ferð.
Pandamani
Annars hendir altið ymiskt forvitnisligt runt um í býnum. Tá eg kom, legði eg merki til, at ein ørgrynna av panda-standmyndum vóru settar upp ymsa staðni, og eg byrjaði at taka myndir av teimum. Eg fann seinni útav, at tær tilsamans eru ein útstilling, ið DC Commission on the Arts and Humanities skipar fyri. 150 ymisk listafólk, bæði her fra Washington men eisini altjóða kend nøvn, hava havt fríar hendir at mála og pynta panda?irnar. Tann yngsta listakvinnan ið fekk sítt hugskot góðtikið, var 13 ára gamla Claire Kuang, ið brúkti uml. 50 tímar um at mála sína panda bjørn. Umleið 1.400 listafólk úr londum sum Kina, Brasilia, Frankarriki og Kolumb-ia sendu síni hugskot inn til dómararnar, sum so skuldu finna 150 burturúr rúgvuni, ið teimum dámdu best. Síðani fingu listafólkini eina hvíta standmynd, eitt høli til at mála í, og 1.500 dollarar í samsýning.
Standmyndirnar eru síðan settar upp runt um í býnum, har tær eru at síggja inntil september, tá tær verða seldar á uppboðssølu. Peningurin fer til at stuðla list og ungum listafólki. Júst hví tað eru pandabjørnir hevur ikki eydnast mær at finna útav, men djóragarðurin í Washington hevur tvær slíkar, ið tey fingu í gávu frá Kina, og eftir 4 árum hevur tað ikki eydnast at para hesar, og fáa lítlar panda bjarna-ungar. Tað er kanska meint sum íblástur til tær báðar?