4 ár til at byggja nýtt tinghús

Tað skal ganga skjótt fyri seg, um tað skal eydnast at hátíðarhalda 150 áradagin fyri at løgtingið var endurstovnað við einum nýggjum tinghúsið

Niclas Johannesen


Ár 2002 eru tað 150 ár síðani at løgtingið var endurstovnað. Og hetta skal hátíðarhaldast við einum nýggjum tinghúsi.

Hugskotið um at byggja nýtt tinghús var tó fyrst og fremst ein fylgja av nýggju stýrisskipanarlógini, ið var sett í gildið árini 1995-96.

Jógvan Ingvard Olsen var løgtingsformaður um hetta mundið, og hann gjørdist eisini tann fyrsti, ið fekk hægsta tignaðarliga starvið í lut, tá nýggja stýrisskipanarlógin fór at virka.

Hann sigur, at formansskapurin á tingi prátaði eitt sindur aftur og fram um hetta at byggja eini nýggj tinghús. Áður hevur talan verið um at byggja nýtt tinghús. Tankar hava enn tá verið um at byggja aðrastaðni enn við Tinghúsvegin.


Tinghúsvegurin

? Men vit vendu aftur til, at tinghúsið stendur best har tað stendur. Tá tað so eisini frættist, at Telefonverkið (í dag Tele Føroyar, blðm.) hevði hug at flyta alt sítt virksemi undir eina lon, so fall hetta væl saman við ætlanunum hjá formansskapinum. Hetta gevur betri møguleikar.

Jógvan Ingarvd Olsen telist millum teirra ið halda, at bygningurin hjá Telefonverkinum við Tinghúsvegin er ikki júst prýðiligur. Hann heldur tó tað vera í so »bombastiskt« at vilja hava henda bygning burtur.

? Okkurt annað kann helst gerast við hann fyri at prýða um, heldur fyrrverandi løgtingsformaðurin.

Og hóast hann nú er fyrrverandi og valdi ikki at stilla upp til farna løgtingsval, so ivast Jógvan Ingvard Olsen onga løtu í, at tað er rætt at styrkja um fysisku karmarnar kring tingarbeiði, sum hann tekur til.

? Tað er neyðugt at styrkja arbeiðið hjá tinginum sum heild. Eg havi varhugan av, at kanska ikki allir tingmenn eru greiðir yvir, at við nýggju stýrisskipanarlógini skulu tingmenn ikki bara smíða lógir ? teir skulu eisini hava eftirlit við lógunum. Og hetta økir almikið um umsitingarliga arbeiðið, sigur fyrrverandi løgtingsformaðurin.

Jógvan Ingard Olsen nevnir eisini møguleikarnar fyri, at ymsu flokkarnir fáa eitt sekretariat, júst tí at umsitingarliga arbeiðið er økt so almikið.


Vánaligur tingsalur

Jógvan Ingvard Olsen hevur enn ikki sæð uppskotstekningarnar til ein nýggj tinghús. Hann ætlar sær tó av Toftum til Havnar at hyggja. Sjálvur leggur hann dent á, at verandi tingsalur er onki at reypa av.

? Har er ongin atmosfera. Salurin er ov smalur. Verandi tingsalur fæst heldur ikki til góðan sal, so tað er onki at ivast í, at brúk er fyri nýggjum tingsali, sigur Jógvan Ingvard Olsen.

Um kostnaðin sigur fyrrverandi løgtingsformaðurin, at tað ongantíð rættiliga hava verið gjørdar nágreiniligar metingar av, hvat eitt nýtt tinghús eigur at kosta. Men í formanskapinum vóru nevnd tøl upp á 40-50 mió. kr. fyri eini nýggj tinghús. Hetta var eisini tað talið, sum sitandi løgtingsformaðurin Finnbogi Ísakson nevndi á samkomuni fríggjadagin, tá uppskotini almannakunngjørd í Listaskálanum.

Sjálvur heldur Jógvan Ingvard Olsen ikki, at føroyingar skulu vera bangnir fyri at brúka pengar upp á júst tinghúsið.

? Seta vit kostnaðin upp ímóti, hvønn týdning arbeiðið í einum tinghúsið hevur at siga fyri samfelagið, so haldi eg gott at tað kann loysa seg, at brúka pengar upp á ein dygdargott tinghús.

? Tað verður jú í hesum húsi, at ábyrgdin fyri øllum samfelagnum í síðsta enda liggur. Og taka vit kreppuna, sum Føroyar komu, so trúgvi eg ikki, at tað hevði hent, um vit høvdu eina veruliga parlamentarismu, har tingmenn hava góðar umstøðir eisini at hava eftirlit við umsitingini, sigur Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi løgtingsformaður.