Føroya Ríðingarfelag:
Tvey byggifeløg, Grettir og HVL, bæði undir leiðslu av reiðmonnum, hava lagt alla orku í at fáa fáa nýggju ríðibreytina klára til ólavsøkukappríðingina. Hetta sær nú eisini út til at eyðnast.
At tað verður sagt, at hon verður klár, men ikki liðug, merkir, at hetta er partur av størri verkætlan, ið eisini umfatar tvær smærri rundbreytir, liðugtgerð av størri verandi rundbreyt á økinum, girðingar framvið flestu breytirnar, umframt ljóðanlegg, áskoðarapláss o.a.
Tað sum verður liðugt er 400 metra breytin og avrenning til hesa, nakað av girðingum, umframt brúgv og gøtuskipanir at koma til máløkið.
Tað er áhugavert, at hetta er fyrstu ferð í søguni hjá felagnum, ið er stovnað í 1943, at kappast verður á egnum øki. Kappríðingar byrjaðu í Havn í 1921, fyrstu árini var kappast á Sundsvegnum, men longu í 1928 var farið út á Velbastaðvegin. Har var so kappast líka til í 1970, tá felagið hevði bygt sær egna stásiliga breyt í haganum uppi í Marknagil. Hendan breyt er so brúkt til í fjør, tá tað gjørdist klárt, at Húsareynstunnilin ávirkaði breytina ov nógv til, at hon ikki kundi brúkast longur.
Samráðingar við Tórshavnar Kommunu førdu til, at kommunan lat endurgjald fyri breytina í Marknagili, endurgjald sum felagið nú hevur brúkt til at byggja sær nýggja breyt í Havnardali.
Fyrsta kappríðingin á nýggju breytini, verður ólavsøkudag kl 15, og sjálvt um nógv skal gerast betri til næsta ár, so vónar felagið, at nógv fólk koma at vera við, nú breytin verður tikin í nýtslu.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##